Mann happar ikki tann mann nertur við

24. okt. 2018

Í Betri vinir – Fri for Mobberi kuffertinum er ein massasjuætlan til børn.

Í hesu massasjuætlanini geva børn hvørt øðrum massasju við støði í meginregluni, mann happar ikki tann mann nertur við.

Fyrimunurin við massasjuni er at víðka samskifti, meira tolsemi og góðkenning millum børnini, víðari opinleika og hug til at lurta og at siga frá. Harafturat kann massasjan vera við til at ávirka, at ósemja ikki tekur seg upp, men verur gloymd skjótt aftur, og at sambandið millum øll børnini broytist positivt.

Barnabati, Maryfonden og Red Barnet standa fyri verkætlanini.

Ein hjartans tøkk til øll listafólkini ið hava lænt okkum sangtekstir og hjálpt við at umseta søgur og rím. Jensina Olsen, Bjarni Arge, Sonne Smith, Alexandur Kristiansen, Andreas Andreassen, Sharon Weiss, Marita og Jóannes Dalsgaard.

Høvuðsstuðul: Betri
Stuðlar: Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag