Sálarfrøðingar svara á 116 111 eftir Dag og Viku
Sálarfrøðingar svara á 116 111 eftir Dag og Viku
Sum stuðul til Føroysku tilbúgvingina bjóðar Barnabati øllum børnum, ungum og foreldrum at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina í kvøld eftir Dag og viku og tveir tímar fram.
Nummari er 116 111. Tað er anonymt og kostnaðarfrítt at ringja.
Handan telefonirnar sita sálarfrøðingar til reiðar at hjálpa.
Vinaliga
Barnabati