Search
Close this search box.

Sólskynsvika hjá einum barni

0-3 ár / 3-6 ár / 6-9 ár

Um eitt barn hevur serligan tørv á, at tú sært, hoyrir og skilur tað, kunnu tey vaksnu, sum eru um barnið, seta tíð av at arbeiða jaligt um barnið í eina tíð.

Viðhvørt kenst sambandið við eitt barn vera fjart, ella kanska ber tað brá av ósemjum. Í slíkum førum hevur tað týdning at leggja størri dent á relatiónsarbeiðið. Hetta virksemið snýr seg tí um at seta sjóneykuna á barnið í eitt tíðarskeið.

Tí eitur virksemið “Sólskynsvika hjá einum barni.”

Soleiðis gera tit

Á einum starvsfólkafundi finna tit fram til, um eitt barn skal hava serligt uppmerksemi í eina tíð.

Tit avtala tíðarskeiðið og seta ein dag av at eftirmeta arbeiðið. Tað gevur ofta meining at seta fleiri sólskynsvikur av frá byrjan. 

Ger felags hugarok um, hvat kann vera hent at hyggja eftir hjá barninum. Avgerið síðan, hvussu tit vilja vera serliga um tað barnið og geva tí “sólskyn” (tað er avgerandi, at tað góða uppmerksemið er veruligt og ektað).

      Serliga uppmerksemið kann vera:                                                                  

  • Hygg í eyguni á barninum og heilsa upp á tað, hvørja ferð tit síggjast, t.d. í steðgum, á veg í og úr skúla/barnagarði o.s.fr.
  • Far til barnið, finn okkurt, sum barnið er áhugað í og tosið um tað saman.
  • Legg merki til okkurt serligt við barninum, sum vísir, at tú sært samleikan hjá júst hesum barni. T.d. “Hey Jónas. Er hatta ein FC Barcelona-keppur? Er tað yndisliðið hjá tær?”
  • Brúka humor sum námsfrøðiligt amboð. At flenna saman skapar bond tykkara millum.
  • Minst til smáu upplivingarnar, sum hava týdning fyri barnið, og spyr uppaftur, t.d.: “Hvussu gekst at vitja ommu?”
  • Finn styrkir og førleikar hjá barninum fram. Øll hava okkurt at bjóða felagsskapinum. Tey vaksnu skulu syrgja fyri at fáa hesar styrkir fram í ljósið og í aðrar samanhangir.
  • Farið í holt við okkurt, sum tú longu veitst, at barninum dámar, og bjóða øðrum børnum við.
  • Tak fram styrkirnar hjá barninum framman fyri hinum børnunum við t.d. at siga: “Nú kemur Sofía aftur við einum góðum hugskoti at spæla eitt spæl.”
  • Vís barninum, at tú vilt hjálpa tí. Sig t.d.: “Kom, nú hjálpi eg tær í gongd.” So veit barnið, at tað ikki stendur einsamalt við eini truplari uppgávu, men verður trygt stuðlað at koma víðari.

Finn sjálv/ur upp á aldurssvarandi boð

      Hugskot                                                                                                                                       

  • Nýt ‘relatiónsætlanina’ og fá eitt betri yvirlit yvir, hvørji børn hava tørv á eini sólskynsviku (s. 64 í námsfrøðiliga bóklinginum í kuffertinum/mappuni). Eisini ber til at nýta relatiónssirkulin.
  • Bjóða øðrum børnum við, ið skulu hava serligt uppmerksemi.
  • Endurtak átakið, so øll børn fáa møguleika at uppliva eina sólskynsviku.
  • Fanga barnið í løtuni, tað ger okkurt gott – og lat barnið vita, at tú hevur sæð tað!
  • Loyv foreldrunum eisini at luttaka, so barnið upplivir “sólskyn” frá byrjan til enda!
  • Ver við til at geva tínum starvsfeløgum ella foreldrum eina sólskynsviku.

      Námsfrøðiligt endamál                                                                  

Nýt virksemið til at stuðla undir menningini hjá einstaka barninum. Fyri at hetta skal eydnast væl, er umráðandi, at fakliga tilfeingið verður sett í miðdepilin, og at vit hava eina dagførda kunning um børn, sum kunnu hava avbjóðingar.

Øll børn hava tørv á at føla, at tey eru virðismikil og umráðandi í felagsskapinum!

Minst til, at skulu vit trívast sum menniskja, skulu vit uppliva tríggjar jaligar kenslur fyri hvørja neiliga. Hetta kemst av, at vit av náttúru eru meiri viðbrekin fyri tí neiliga, tí fær tað neiliga meira uppmerksemi enn tað jaliga. Vit mugu hjálpa hvørjum øðrum í gerandisdegnum og gerast meiri varug við alt tað góða og tað, ið gongst okkum væl.

Ikki vera ovfarin um tit, onnur børn og barnið sjálvt, hava eina jaligari fatan av barninum, eftir eina slíka sólskynsviku.