Search
Close this search box.

Enda setningin

Eitt spæl, sum leggur upp til, at børnini hugsa um skúladagin, sum nú er við at fáa ein enda

Í spælinum fáa børnini møguleika at greiða frá teimum upplivingum, ið tey hava havt ígjøgnum dagin. Spælið styrkir bólkatilknýtið og børnini venja at lurta

 

Soleiðis gera tit:

  • Tit stilla tykkum í ein ring
  • Byrja við at siga ein setning, og so kunnu teir næmingar, ið hava hug, enda hann. T.d “Í dag havi eg lært…”, “Eg vil gjarna takka fyri…”, “Eg haldi, at tað var stuttligt at…”, “Dagurin hevur verið….”
  • Næmingarnir endurtaka setningin og enda hann sjálvir
  • Næmingarnir koyra fingurin upp, tá ið teir ynskja at siga okkurt
  • Spælið endar, tá tað ikki eru fleiri, ið ynskja orðið. At enda siga øll “takk fyri í dag” í kór

Aldursbólkur
Spælið er ætlað børnum í innskúlingini

Hetta skulu tit brúka:

  • Pláss fyri, at tit kunnu standa í einum ringi á gólvinum
  • Einum lista við setningum, sum kunnu vera góðir at byrja við

Tips

  • Brúkið gjarna fleiri setningar í sama spæli
  • Tú kanst leggja upp til, at allir næmingarnir enda setningin við einum orði, um tað kennist trygt fyri øll

Námsfrøðiligt endamál
Endamálið við spælinum er at fáa næmingarnar niður í fer, og at enda dagin saman við at lurta eftir upplivingunum hjá hvørjum øðrum