Eitt fangispæl, har børnini kunnu loysa hvønn annan aftur
Børnini eru mariuhønur, sum renna runt, fyri ikki at verða fangaðar. Um man verður fangaður, skal man leggja seg niður á ryggin, sum ein mariuhøna, sum er koppað. Man verður loystur aftur, við at tvey onnur børn koma at hjálpa.
Soleiðis gera tit:
- Vel tvey børn, sum skulu fanga (Tað er minni trýst á tí, sum skal fanga, um tað eru tvey um uppgávuna)
- Hini børnini eru mariuhønur, sum renna runt
- Tá eitt barn verður fangað, leggur tað seg niður á ryggin og sprellar við beinunum og ørmunum í luftini – sum ein mariuhøna, sum er koppað á ryggin
- Mariuhønan verður loyst aftur, vi at tvey børn koma henni til hjálpar og venda henni á búkin.
- Tey, sum fanga, verða útskift so leypandi, so at øll sleppa at royna at vera bæði fangarar og mariuhønur. Haldið eyga við, at øll børnini verða loyst, so ongin verður yvirsæddur
- Spælið endar, tá mett veður, at børnini ikki orka meira ella tá tíðin er farin
Aldursbólkur:
Spælið er ætlað bæði barnagarðs- og skúlabørnum
Hetta skulu tit brúka:
Gott pláss og turt undirlag
Námsfrøðiligt endamál
Spælið er gott fyri at fáa børnini at røra seg. Tað er stuttligt, og styrkir somuleiðis um felagsskapskensluna, tá børnini saman loysa hvønn annan