Saman kunnu vit skapa eina mentan, við góðum felagsskapum har vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast – Ver við til at skapa høgt tolsemi – eitt stað har børn trívast og mennast.
Málbólkurin fyri skeiðið eru vaksin, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6 ár, sum ynskja námsfrøðiliga vitan og amboð at skapa sunnar og glaðar barnafelagsskapir við.
- Sjónarmiði á happing
- Soleiðis arbeiða tit við virðinum hjá Betri vinum
- Relatiónsførleiki
- Tann góði barnafelagsskapurin – Bólkaleiðsla og felagsskapur
- Tann góða barnarundan og námsfrøðilig amboð
- Foreldrini – umráðandi viðspælarar
- Leiðbeining til íverksetan og skipan av Betri vinum
Skeiðshaldari: Annika Wenningsted Jacobsen.
Kostnaðurin: 1500 kr. Við í prísinum er matur og drekka.
Tíð: 01.03.2024 Kl 09:00-16:00
Stað: Hotel Hilton, Tórshavn
Tilmelding: betrivinir@barnabati.fo
Tilmeldingarfreist: 13.02.2024