Betri Vinir gevur tær amboðini til at skapa tryggari barnafelagsskapir og at fyribyrgja happing.Betri vinir verður brúkt á fleiri enn 60% av dagstovnunum í Føroyum. Í Danmark eru tað eisini fleiri enn 60% av vøggustovum og dagrøktum. 62% av dagstovnunum í arbeiða við Betri vinir.
Hugsa um, hvussu týdningarmiklir tryggir og inkluderandi felagsskapir eru fyri trivnað, gleði, spæl, menning og læring hjá børnum. Og hugsa so tað øvuta: At vera eitt lítið barn, sum ikki finnur nakran at spæla við. Sum er í útjaðaranum av felagsskapinum í barnagarðinum ella í skúlanum.
Hjá hesum barninum verður ivin lættliga sáddur: Eri eg góð/ur nokk sum eg eri? Eri eg verd/ur at spæla við? Hvar hoyri eg heima?
Tær royndir, sum børn fáa við felagsskapi og sambondum í dagstovnum og í skúlanum, verða tiknar við víðari í lívinum. Eru royndirnar góðar, geva tær íkast til sjálvsvirðið hjá barninum, og gevur barninum mót til at traðka inn í nýggir felagsskapir – Í frítíðini, undir útbúgving, í persónligum sambondum og í arbeiðslívinum. Eru royndirnar keðiligar, kunnu tær leiða til neiligar kenslur, misálit á umhvørvi og einsemi.
Tí er tað umráðandi at arbeiða áhaldandi og miðvíst við at skapa tryggar og inkluderandi barnafealgsskapir í dagstovni og skúla – frá at børnini eru heilt smá.
Hetta kann Betri Vinir hjálpa við.
Betri Vinir hevur tilfar og tiltøk, sum eru miðvíst snikkað til tað námsfrøðiliga virksemi til trivnað og sosialar førleikar hjá børnum í dagrøkt, vøggustovu, barnagarði og í innskúlingini (0. – 3. flokkur).
Tiltakið tekur støði í at arbeiða við at fremja tað øvuta av happing: Ein tryggan og inkluderandi barnafelagsskap. Betri Vinir fyribyrgir happing í tí ávísa barnafelagsskapinum, sum tiltakið verður brúkt í, og veitir samstundis børnunum sosialar førleikar og marknasteinar, sum kunnu fylgja teimum víðari í lívinum.
Betri Vinir er ein karmur fyri arbeiðinum við at skapa tryggar barnafelagsskapir, og stuðlar tykkum í at læra børnini hvat tolsemi, viðring, umsorgan og dirvi hava at týða, á hóskandi støði.
Vaksin – dagrøktarar, námsfrøðingar, lærarar og foreldur – eru umráðandi fyrimyndir í tí sosiala lívinum hjá børnunum, og tí hevur Betri Vinir eisini tilfar og tiltøk til tey vaksnu.
Betri Vinir er grundað á gransking, sum vísir, at happing er eitt bólkafyribrigdi, sum vísir seg í barnabólkum við lágum tolsemi.
Her ber til at lesa meir um námsfrøðiliga miðdepilin, tað ástøðiliga grundarlagið og arbeiðsháttin í Betri Vinir.
Øll børn hava rætt til ein heim uttan happing. Tey hava rætt til at kunna mennast og trívast í einum felagsskapi við øðrum børnum.
Tí er endamálið við Betri Vinum at styrkja felagsskapin hjá børnum og at fyribyrgja happing.
Her á síðuni ber til at lesa meir um tey trý námsfrøðiligu lyklaøkini og arbeiðshættirnir – og um tað ástøðiliga grundarlagið, sum Betri Vinir er bygt á.
Happing kann allýsast sum gerðir, sum halda einum barni (ella fleiri børnum) uttanfyri ein felagsskap, sum tað er sett í.
Gerðirnar eru ikki altíð tilætlaðar, men taka seg upp í felagsskapum, sum mangla samanhald, javnvirði ella hava lágt tolsemi. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, men eru ofta grundaðar á óhóskandi bólkadynamikk, har børn kunnu vera óviss um sítt egna pláss í felagsskapinum, og tískil koma til at halda onnur børn uttanfyri felagsskapin.
Felagsskapir, sum børn eru sett í, kalla vit formligar felagsskapir. Tað er til dømis felagsskapurin í eini vøggustovu, dagrøkt, barnagarði, skúla ella í frítíðartilboðið, har børnini ikki sjálvi hava tikið avgerð um at vera í, og har tey ikki sjálvi hava tikið avgerð um hvørjum tey eru saman við.
Felagsskapir eru ein fortreyt fyri, at menniskju kunnu trívast, mennast og læra. Felagsskapir kunnu vera óformligir og standa av vinum og kenningum. Teir kunnu eisini vera formligir, og standa av menniskjum, vit ikki sjálvi hava valt at vera saman við, sum til dømis hini børnini í vøggustovuni, dagrøktini, barnagarðinum og skúlanum.
Í Betri Vinum arbeiða vit við teimum formligu felagsskapunum, sum øll børn uppliva at verða sett í. Og tá vit sum menniskju eru sosialar verur, hava vit ikki einans tørv á at vera sett í ein felagsskap, men vit hava eisini tørv á kensluni at hoyra til í felaggskapinum.
Tað er ikki líkamikið, hvat slag av felagsskapi, talan er um. Tí menniskju kunnu eisini hava neiligar felagskapir, til dømis felagsskap um at halda onnur uttanfyri.
Í einum tryggum og positivum felagsskapi virðismeta vit ymiskleika, og tá eingin kann vera “skeivur”, kunnu øll trygt vera tann, tey eru, uttan ótta fyri at vera hildin fyri gjøldur ella útihýstur.
Virðilig luttøka snýr seg um at vera partur av felagsskapinum: At eingin endar við at gerast áskoðari til felagsskapin hjá øðrum, men hevur eitt pláss í felagsskapinum. Óansæð hvat tey hava at bera við inn í felagsskapin.
Tað snýr seg um javnvirði: At øll hava eina kenslu av at vera eins nógv verd, hóast ymsar leiklutir og virkni.
Og hetta er galdandi fyri bæði fakfólk, foreldur og børn. Øll skulu hava eitt virðiligt pláss í felagsskapinum – og øll skulu kenna seg virðismett og viðurkend.
Ábyrgdin av felagsskapinum liggur hjá teimum vaksnu.
Tað er eingin ivi um at happing er ein bági hjá børnunum, men ábyrgdin hjá teimum vaksnu.
Tá tað er sagt, vita vit eisini, at tað riggar tá børnini sjálvi bera seg skilaliga at, til dømis tá tey síggja at eitt hvørt órættvíst fer fram.
Í Betri Vinum verður dentur tískil eisini lagdur á at greiða børnunum frá teirra egnu virkismøguleikum. Tí fyribyrging av happing er ikki nakað, vit gera fyri børnini, men saman við børnunum. Og felagsskapurin er ikki nakað vit kunnu geva øðrum. Børnini skulu sjálvi skapa felagsskapin – innan fyri teir karmarnar, sum tey vaksnu seta.
Vit arbeiða virðisgrundað
Tilfar, arbeiðshættir og amboð í Betri Vinum savna seg um tey fýra kjarnuvirðini:
Kjarnuvirðini geva málberingar og virkismøguleikar til tað námsfrøðiliga arbeiðið.
Tá okkara gerðir verða stýrdar av hesum fýra virðunum, skapa við felagsskapir, har tað ikki er pláss fyri happing. Virðini eru samrøðuevni til samrøður við børnunum um, hvussu tey kunnu vera ein góður vinur. Virðini eru eisini afturvendandi í barnatiltøkunum í Betri Vinum, soleiðis at vit á tann hátt kunnu hjálpa børnum at uppliva og venja virðini í roynd og veru.
Í Betri Vinum arbeiða vit við at fyrbyrgja happing og vit byrja tíðliga.
Málbólkurin er børn í aldrinum 0-9 ár, og tey fakfólk og foreldur, sum eru um tey børnini. Okkara arbeiðshættir og tilfar venda sær tí bæði til børn, fakfólk og til foreldrini hjá børnunum.
Børnini eru deild upp í tríggjar málbólkar, og hvør málbólkur handfer felagsskapir og bólkadynamikkir á hvør sín hátt.
Les um:
Børnini eru høvuðsmálbólkurin fyri Betri Vinir, men alt arbeiðið við børnunum verður gjørt ígjøgnum fakfólk og foreldrini hjá børnunum. Tað er ein góð orsøk til tess, tí tað er tey vaksnu sum hava ábyrgd av at skapa karmar fyri teimum góðu felagsskapunum, sum børnini skulu vera partur av.
Børnini eru bundin av, at tey vaksnu, sum møta teimum, leggja dent á relatiónir. At tey stuðla kenslunum hjá børnunum, og at tey – við at vera fyrimyndir fyri børnini – stuðla menningini av teimum sosialu førleikunum hjá børnunum. Tað gevur børnunum møguleika fyri at luttaka í positivum og tryggum formligum felagsskapum.
Fyri at kunna skapa eina mentan millum børnini, har tolsemið er gott, og børnini kenna seg nóg trygg til at kunna vera seg sjálvi, skulu fakfólkini sjálvi trívast. Fakfólkini skulu sjálvi vera ein partur av eini mentan í arbeiðsbólkinum, har tað er pláss fyri ymiskleika, og har tað er ein virðiligur og umsorganarfullur samverutóni. Eins og samstarvið millum foreldrini skal vera eyðmerkt av tí sama.
Vit arbeiða eisini við foreldrunum. Bæði gjøgnum tiltøk, sum tey sjálvi kunnu gera við børnunum heima við hús, og gjøgnum tiltøk, sum fakfólkini standa fyri, til dømis á foreldrafundum.
Allar okkara eftirmetingar av Betri Vinum hava víst, at góð úrslit eru treytað av at foreldrini stuðla um felagsskapin og eru góðar fyrimyndir fyri børnini heima við hús.
Betri Vinir er eitt tiltak, sum arbeiðir við mentanini á dagstovnum og skúlum. Tað er ikki ein tilgongd sum kann nýtast til at handfara happing, sum longu er íkomin.
Vit arbeiða við mentan, tí tað er mentanin, sum skapar varandi broytingar, og ger ein veruligan mun fyri lívið hjá børnunum.
Í Betri Vinum er ein stórur partur av arbeiðinum at gera kjarnuvirðini gerandisdagslig, soleiðis at tey síggjast aftur í øllum sum børnini møta – í tilhaldsrúmunum, í kørmunum og í bygnaðinum, sum tey vaksnu veita til felagsskapin. Tað hevur eisini týdning, hvussu fakfólk møta børnunum og teirra foreldrum, og hvussu fakfólk møta hvørjum øðrum sum starvsfelagar.
Tá vit arbeiða við mentanini, er tað umráðandi, at leiðslan er við og er talsmaður, fyri at tryggja at starvsfólkini hava teir røttu karmarnar fyri at útinna teirra týdningarmikla arbeiði.
Amboðini og arbeiðshættirnir í Betri Vinum eru grundað á ymiskar fakligar rásir og á ymisk granskingarøki.
Teir týdningarmiklastu byggisteinarnar eru lýstir her:
Betri Vinir er grundað á eina felagsskapsvenda happingaráskoðan, sum er lýst av granskingarverkætlanini eXbus, undir DPU, Aarhus Universitet.
eXbus skilur menniskja út frá eini sosialsálarfrøðiligari tilgongd, hvar menniskju skapa sín egna samleika við at mennast í og saman við sínum umhvørvi. Granskingin bendir á at happing ikki er ein spurningur um tey ávísu børnini og teirra persónleika, men er eitt úrslit av sosialum gongdum og torgreiddum bólkadynamikkum í eini niðurbrótandi mentan. Granskingin vísir eisini at happing kemur fyri í ávísum formligum sosialum samanhangum, hvar menniskju verða noydd at vera saman. Til dømis í barnagarðum, skúlum og á øðrum stovnum.
Tann systemiska og narrativa tilgongdin snýr seg um at hyggja at relatiónunum og kørmunum, sum eru um tað einkulta barnið og ta einkultu støðuna. Tað er í kørmunum og í relatiónini, at vit finna teir virkismøguleikar, sum skapa tær broytingarnar, sum tørvur er á.
Vit tí narrativu tilgongdini kanna vit tær frásøgurnar, sum eru um barnið ella barnabólkin við kritiskum brillum. Frásøgurnar eru avgerandi fyri hvørjar væntanir eru til børnini, og tær væntanirnar kunnu vera sera torførar at bróta. Tí snýr tann narrativa tilgongdin eisini um at skapa nýggja frásøgur om børn, foreldur, dagstovnin ella skúlan.
Tann kritiska sálarfrøðin skilur menniskja út frá tí samfelagnum, sum menniskjað hevur uttan um seg. Menniskjað handlar ikki heilt frítt. Vit eru ávirkað av samfelagsbygnaðinum, og okkara gerðir eru treytaðar av tí støðuni við standa í, tá vit koma inn í ein formligan felagsskap. Vit mugu taka atlit til bygnaðin, um vit ynskja tað ella ei – um ikki annað, so gera vit tað ótilætlað.
Tann kritiska sálarfrøðin skilur altíð tær menniskjaligu avbjóðingarnar út frá tí samanhanginum, sum avbjóðingin vísir seg í. Um eitt barn hevur nakrar avbjóðingar í flokkinum, er tað ikki nóg mikið at hyggja at tí einstaka barninum. Avbjóðingin er ikki egin, tí barnið virkar út frá støðuni, sum tað stendur í, og er á tann hátt ávirkað av mentanini í flokkinum. Eins og barnið sjálvt ávirkar hendan kulturin við sínum gerðum.
Eitt barn, sum í einum flokki, hevur fingið happingarleiklutin, hevði í einum øðrum flokki møguliga als ikki happa. Tað vil ikki siga, at einstaklingar ikki hava møguleika fyri at stýra sínum gerðum, men tað merkir at vit, í fatanini av atferðini hjá børnunum, skulu hyggja longur enn bara at tí einkulta barninum.
Betri Vinir hevur í síni byrjan verður partur av dyggari gransking, og er síðani javnan eftirmett.
Niels Finsensgøta 32. 2H
FO-110 Tórshavn
Telefon: +298 610140
Email: barnabati@barnabati.fo
V-tal: 333522
Kontonr.: 9181 – 130.388.2