Search
Close this search box.

Børn hava tørv á tryggum felagsskapum fyri at trívast

Tú ger nakað fyri barn títt, tá ið tú ger nakað fyri felagsskapin.

Børn hava tørv á góðum vinfólkum og fyri tryggum umfevnandi og innbjóðandi felagsskapum fyri at trívast og mennast. Í einum tryggum barnafelagsskapi: 

  • er tolsemi og virðing fyri hvørjum øðrum á slíkum støðið, at tey finna hvíld í at verða júst tann tey eru.
  • hjálpa børnini hvørjum øðrum, og eru varug við, at øll kunnu koma við sínum egna íkastið.
  • er eingin, ið verður happaður ella hildin uttan fyri. 


Tíð er tað týdningarmikið at verða umhugsin at skapa tryggar felagsskapir – líka frá at barnið er lítið. 

Í sosiala lívinum hjá barninum ert tú ein fyrimynd

Í dagrøkt, vøggustovu, barnagarði og í skúlanum er tað uppgávan hjá teimum vaksnu, at miðvíst virka fyri, at tað eru tryggir felagsskapir millum børnini, og sum foreldur kanst tú gera ein mun. 

Tá ið tú stuðlar samanhaldinum millum børnini, og samstundis stuðlar tínum barni at vísa umsorgan, og dirvið at siga frá, tá ið ta sær eina órættvísa viðferð, so gert tú ein ítøkiligan og týdningarmiklan mun í fyribyrgjan av happing. 

Á hesi síðu finnur tú vitan, hugskot og ymiskt virksemi, ið er við til at hjálpa tær og øðrum foreldrum  í gongd við at styrkja um felagsskapin sum títt barn er partur av. 

Hugskot til foreldur

Um tú fylgir – og fegin kjakast við onnur foreldur – um tey 7 góðu ráðini til foreldur, so ert tú væl ávegis, ið at virka fyri at øll børn, eisini títt, gert ein partur av felagsskapinum. 

Stuðla tínum barnið at spæla/fylgjast við ymiskum børnum - bæði í barnagarðinum, skúlanum og í frítíðini

Tað styrkir og mennir felagsskapin hjá børnunum og virkar fyri at fyribyrgja happing, tá børn kenna hvønn annan væl. 

Tosa við virðing og umhugsni um og við onnur børn, foreldur, námsfrøðingar og lærarar.

Børn taka við læru frá foreldrum sínum. Um tú altíð tosar pent og virðiligt um dagstovnin, skúlan, námsfrøðingar, lærarar, vinfólk og foreldur teirra, so vil títt barn eisini gera tað sama. Sig eitt nú “Hey” til øll, bæði vaksin og børn, tá ið tú fer á stovn ella í skúla við barninum, eisini tá ið tú heintar tey.

Skipa fyri tiltøkum.

Føðingardagar hava nógv at siga fyri børn. Børn verða sera kedd, um tey ikki verða bjóða í føðingardag, eins og tey, sum hava føðingardag, men ongar gestir fáa. Royni eftir besta førimuni at bjóða allari stovuni ella flokkinum  – ella øllum gentunum , ella øllum dreingjunum – tá ið tit halda føðingardag, ella aðrar veitslur, og raðfest, at títt barn eisini fer við, tá ið onnur bjóða. 

Um fíggjarliga støðan forðar tykkum at halda ein barnaføðingardag, so kunnu tit seta tykkum í samband við okkum. Vit veita stuðul, soleiðis at tit kunnu keypa inn til føðingardagin. 

Stuðla tínum barni at siga frá, um eitt vinfólk upplivir órættvísið.

Børn, ið ikki eru partur av einum barnafelagsskapi hava brúk fyri einari hjálpandi hond og einari innbjóðing frá einum vini. Rós tínum barni, tá ið ta greiður frá um eitt barn ella vinfólk, ið hevur tørv á hjálp.

Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum títt barn luttekur í.

Børn vita hvussu man fæst við talgildar miðlar, men tað er ikki altíð at tey skilja hesar fult væl. Tí hava tey tørv á vegleiðing frá teimum vaksnu. Ver forvitin og spæl við, og tosa við títt barn, um hvussu man, eisini í talgilda heiminum, vísur umhugsni og virðing fyri øðrum. 

Spyr, um barnið tykist kett av onkrum.

Tað er umráðandi at altíð viðurkenna kenslurnar, men minst eisini til, at tað oftast eru fleiri liðir í somu søk. Hjálp tínum barni til at hugsa um, um onnur børn kunnu hava uppliva tað sum er farið fram, á ein annað hátt. Tað er altíð eitt gott hugskot at tosa við onnur foreldur, ein lærara ella ein námsfrøðing áðrenn tú reagerar uppá eina møguliga tvístøðu. 

Ver opin og positiv/ur um onnur foreldur tosa um avbjóðingar hjá teirra barnið. 

Tað kann verða trupult hjá mongum at fortelja um teirra barn ikki hevur tað gott ella hevur trupulleikar í barnagarðinum ella skúlanum. Vís áhuga og opinleika, so gert tað lættari. Tað er ikki altíð neyðugt at koma við boð um bata, men at geva sær stundir og lurta, tað tænir gott. 

HEINTA OG PRENTA