Fýra virðir

Lita Bamsu

Betri vinir – Fri for Mobberi byrjanarskeið 16. apríl

Betri vinir – Fri for Mobberi byrjanarskeið 16. apríl í Norðurlandahúsinum frá kl. 09-16. Saman kunnu vit skapa eina mentan, har góð vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast. Málbólkurin fyri skeiðið er vaksin, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6 ár. Kostnaður fyri skeiðið er 1.200kr. Við í prísinum er matur og drekka. […]
Aðalfundur

Aðalfundurin hjá Barnabata verður mánakvøldið 12. apríl kl. 19:00 í hølum felagsins. Skrá sambært viðtøkum. Nevndin
Blív sjálvboðin mentor

Ger ein mun! Hevur tú hug at hjálpa ungum at finna fótafesti og kós í lívinum? Hevur tú hug at deila tínar lívsroyndir? Hevur tú tíð og orku at taka lut í einum gevandi felagskapi? Ert tú sinnað/-ur at: Samskifta uppbyggjandi eins væl og varliga. Vísa støðufesti og hugsa í nýggjum samanhangum. Seta teg inn […]
Tú & Eg Ráðgevingin hevur opið soleiðs á jólum.

Frá 23. desember til og við 3. januar hevur Tú og Eg Ráðgevingin opið sum sunnudag. Hetta vil siga hvønn dag frá kl 20 – 22, tó við víðkaðum upplatingartíðum Jólaaftan og 1. Jóladag, frá kl 20 til 24 Børn & Ung, ið ynskja at tosa dulnevnt við ein vaksnan ráðgeva, kunnu ringja 116 […]
Jólahjálpin verður borðin út við Posta kring alt landið í morgin 15. desember.

Játtaðar umsóknir í ár fevna um samanlagt 933 persónar, harav 554 børn. Barnabati hevur stuðla við upphæddum frá 2.500,- til 5.500,- fyri hvørja umsókn, alt eftir familjusamanseting. Vit vilja enn einaferð takka øllum, ið hava stuðla Barnabata, soleiðis at vit støðugt kunnu hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum. Gleðilig Jól Barnabati
Jólahjarta

Jólini eru eitt gott høvi at geva felagsskapinum rós. Við jólahjørtunum hjá Bamsu, kunnu tit gera hugnaligt jólapynt, samstundis sum tit geva børnunum møgulleika til at seta orð á hvat teimum dáma, við at ganga á dagstovni. Tit kunnu eisini gera ymsar útgávur til fakfólk: gev einum starvsfelag eitt hjarta og lat tey vita, hví […]
Jólamyndin 2020 – Vinnarar

Vinningur 1. sunnudag í advent Jólamynd nummar 18386 hevur vunnið gávubræv á 2.000,- frá Atlantic Airways. Vinningur 2. sunnudag í advent Jólamynd nummar 16270 hevur vunnið gávubræv á 4.000,- frá Føroya Keypssamtøku. Vinningur 3. sunnudag í advent Jólamynd nummar 02376 hevur vunnið gávubræv á 6.000,- frá NEMA Vinningur 4. sunnudag í advent Jólamynd nummar 09767 […]
Áheitan til tey, sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata 2020.

Tá ið Jólahjálpin byrjaði 2. og 3. desember var trýst á skipanini. Hetta kann hava ført við sær, at umsøkjarar ikki hava fingið avgreitt sína umsókn til fulnar. Tí heitir Barnabati á tey, sum hava søkt um Jólahjálp frá Barnabata, at senda ein teldupost til barnabati@barnabati.fo, har tey upplýsa navn, og skriva Jólahjálp 2020. Sostatt […]