Hvat er Betri vinir
Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað til 0-9 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.
Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.
Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.
Tá tú keypir Betri vinir, fylgir eitt vegleiðaraskeið við, har fakfólk leiðbeina tær.
Bara dagstovnar kunnu keypa Betri vinir.
Barnabati arbeiðir uttan fíggjarligan vinning, vit fáa sostatt ongan ágóða av søluni.
Betri vinir – Fri for Mobberi hevur tilfar til børn, fakfólk og vaksin.
Til børnini er tilfarið til dømis Bamsa, samrøðutalvur/plakatir og massasjusøgur, sum gera tað møguligt hjá barnabólkinum at tosa um og spæla sær við virðini tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Betri vinir tilfarið til tey størru børnini leggur upp til at tosa um felagsskap, vinarlag og arging í einum máli, sum børnini skilja. Vit tosa m.a. um munin millum at arga til stuttleika og at arga av álvara – og gera teir óvirknu áskoðararnar tilvitaðar um, at teir kunnu gera ein mun og geva teimum amboð at siga frá.
Í kuffertinum til tey minstu børnini er dentur lagdur á felagsítriv, har ymisk spøl geva børnunum kunnleika til fyrrnevndu virðini. Til fakfólk og foreldur eru t.d. kjakkort, sum kunnu nýtast á starvsfólka- og foreldrafundum, eins og tað eisini eru fimm ráð til foreldur, ið minna foreldrini á teirra leiklut í mun til trivnað í barnabólkinum.
Set tykkum í samband við okkum og hoyr nærri um hvørji skeið vit bjóða.
Betri vinir dagstovnakuffertið inniheldur:
– 1 Bamsa (handskadukka), eydnudjór hjá Betri vinir. Bamsa er felags hjá stovuni.
– Lítlar persónligar bamsur.
– Námsfrøðilig hefti um ástøði, praksis og virksemi
– Vegleiðing á dvd
– Samrøðutalvur/plakatir (tekningar og stuttar søgur á forsíðuni, spurningar á baksíðuni)
– Massasjusøgur “Tann, mann nertur við, happar mann ikki”
– Rørsluhefti
– Fløgan: Tað er gott at hava vinir
– Náttúruhefti “Felags í náttúruni”
– Kjakkort til fakfólk og foreldur
– Bók “Bamsan hjá Robertu”
– Ráð til foreldur (brøv + plakatir)
– Postkort
– Klisturmerki
Betri vinir Vøggustovumappan inniheldur:
– 1 Bamsa (handskadukka), eydnudjór hjá Betri vinir. Bamsa er felags hjá stovuni.
– Lítlar persónligar bamsur.
– Námsfrøðilig hefti um ástøði, praksis og virksemi
– Ráð til foreldur (brøv + plakatir)
– 25 plakatur við ymsum støðum og kenslum
Bøkurnar “Mín dagur í Vøggustovu” og “Tann lítla bókin um STÓRAR kenslur” hoyra til vøggustovumappuna og fáast til keyps í bókahandlum kring landið.
Granskarar hava við jøvnum millumbilum fylgt og eftirmett verkætlanina Betri vinir – Fri for Mobberi. Tí vita vit, at tilfarið riggar og hevur positiv úrslit.
2017
Barnagarðsbørn, ið hava luttikið í átakinum Betri vinir – Fri for Mobberi, vísa í størri mun sínar kenslur, eru virkin í at stuðla góðum sambondum við onnur børn og vaksin, og sýna størri empati.
Hetta vísur ein nýggj kanning, ið Rambøll hevur gjørt vegna Mary Fonden og Red Barnet, samstarvsfelagar hjá Barnabata í arbeiðinum ímóti happing.
Les meira um granskingina í tíðindaskrivinum her
2007 – 2009
Ein bólkur av granskarum frá Roskilde Universitet, stjórnaður av Jan Kampmann, fylgdi Betri vinir – Fri for Mobberi verkætlanini í Danmark frá 2007 til 2009. Í alt vóru átta frágreiðingar givnar út um Betri vinir – Fri for Mobberi. Niðurstøðan var m.a., at børnini vóru blivin munandi betri at standa ímóti happing í stovnunum, sum høvdu arbeitt miðvíst við Betri vinir.
2011
Ein kanning frá 2011 hjá Fri for Mobberi, har tilvildarligir brúkarar blivu spurdir, vísti m.a., at:
53 % halda, at børnini eru blivin betri at handfara happing
60 % halda, at børnini eru blivin meira hjálpsom ímóti hvørjum øðrum
98 % av teimum spurdu vilja halda fram við at nýta Betri vinir og viðmæla øðrum at gera tað sama.
Í Betri vinir hava vit fingið íblástur frá granskingarverkætlanini Exploring Bullying in Schools – eXbus. Betri vinir lýsir happing soleiðis:
Happing…
– snýr seg um útihýsing frá einum felagsskapi.
– fer fram í og rundan um ein bólkafelagsskap, har øll børn hava meira ella minni sjónligar leiklutir.
– er sermerkt av útihýsing, ið hendir ferð eftir ferð yvir eitt tíðarskeið og sum heild boðar frá: ”Tú er ikki við her”
– kann vera beinleiðis jagstran ella óbeinleiðis útihýsing – og meira ella minni sjónlig.
– er treytað av eini valdsójavnvág, har tað er vorðið sosialt góðtikið, at ein ella fleiri eru minni verd enn onnur.
– fer fram í einum sosialum samanhangi, sum barnið, ið verður happað, ikki kann draga seg frá. Til dømis í barnagarði, skúla ella frítíðarítrivi.
Happingin fer fram í bólkafelagsskapum. Tí skal orsøkin og loysnin ikki bara finnast hjá happaranum ella tí, sum verður happað/ur.
Tað er neyðugt at arbeiða við mentanini í felagsskapunum, har børn eru við – í stovnum, í skúlanum og í frítíðini.
Nógv skilja happing út frá tí, tey síggja. Sum nakað, ið fer fram millum ein happara og eitt offur. Ofta verður eisini hildið, at happing kemur av onkrum í persónsmenskuni ella uppvøkstrinum hjá tí happaða ella happaranum.
Granskingin seinastu árini hevur havt við sær eina nýggja sjón á happing. Nú vita vit, at skyldin ikki liggur hjá ávísum børnum, men í mentanini hjá felagsskapunum, sum børnini eru ein partur av.
Tað kanst tú lesa meira um her.
Happing er eitt tekin um ótryggleika
Vit menniskju hava tørv á hvørjum øðrum. Sosialir samanhangir eru við til at skapa okkum og geva okkum okkara samleika, og tí kann útihýsing niðurbróta eitt menniskja.
Happing hongur saman við okkara tørvi at vera partur av einum felagsskapi. Um vit eru í iva um, hvar vit hoyra til, kann tað kennast ótespiligt, tí okkara lívsgrundarlag verður hótt.
Í heiminum hjá børnum kann kenslan av at hoyra til koma undir trýst, um ikki botnur er lagdur undir ein góðan felagsskap í bólkinum, sum børnini eru í, ella um tann verandi sosiala støðan verður hótt. Tað kann til dømis vera, at lærarin verður skiftur út ella nýggir klassar verða gjørdir.
Ein máti at minka um ótryggleikan er at skapa ein annan felagsskap, ein nýggjan felagsskap, har felagsskapurin er samansettur av at halda hini uttanfyri.
Happing er við øðrum orðum eitt tekin – ein ótilvitaður atburður – fyri sjálvur at sleppa undan at standa einsamallur.
Tolsemið er avgerandi
Í ótryggum barnafelagsskapum er tolsemið ikki nóg gott.
Í myndatalu kann mann siga, at børnini eru á einum smølum vegi, har øll ansa eftir øllum. Tann, ið traðkar út um, er í vanda fyri at blíva happaður. Í bólkum við nógvum tolsemi er rúm fyri øllum og virðing óansæð evni, útsjónd, persónsmensku og leiklut.
Hvør, ið happar og verður happaður, fylgir ikki einum greiðum mynstri. Øll kunnu verða happað.
Av somu orsøk kann mann ikki peika eitt barn út og geva viðkomandi skyldina fyri happing. Tað er neyðugt at arbeiða við tolsemi og virðing í øllum barnafelagsskapinum.
Niðurstøðan er, at tað finnast ikki ónd børn, bara ónd mynstur.
Tað er ikki alt, sum fær vreiði og máttloysi fram hjá børnum, sum er happing.
Fyri at vita nær og hvat mann sum vaksin skal gera, so er týdningarmikið at skilja millum arging, ósemjur og happing.
Arging
Arging er ikki í sær sjálvum happing.
Arging er vanliga tilvildarlig, meðan happing er reglulig. Arging heldur ofta uppat av sær sjálvum. Tað ger happing ikki. Børn og vaksin flest halda, at tað er stuttligt at arga, men tað er treytað av hvat argingin snýr seg um og um argingin er undirskilt av luttakandi pørtum.
Tað er okay at arga, men tað finst eitt mark, sum verður lýst í sjálvari støðuni.
Í Betri vinir tosa vit um ”at arga til stuttleikar” og ”at arga í álvara”.
Tá børn arga til stuttleikar, hava tey tað stuttligt og flenna. Tað er ein máti at hava positivt samband og ger, at tey koma tættari at hvørjum øðrum.
Um børn arga í álvara, gera tey onnur kedd og skumpa tey burtur.
Ósemjur
Ósemjur eru ein natúrligur partur av menningini hjá børnunum, og tær eru í øllum bólkum.
Ein ósemja snýr seg vanliga um ein tvídrátt um ting ella viðurskifti. Børn kunnu t.d. hava ein tvídrátt um at arga ella um hvør sleppur at spæla við súkkluna ella skipa fyri í onkrum spæli.
Støðan kann gerast spent og hava við sær klandur og bardagar, tí tað eru kenslur blandaðar uppí, men partarnir eru javnmettir, og tá ósemjan snýr seg um eitt ting, ber til at hjálpa teimum at finna eina loysn.
Tað avgerandi er, hvussu ósemjan verður loyst, og at øll børn, ið eru við í ósemjuni, koma út við varðveittari tign. Á hendan hátt kunnu børnini læra og mennast positivt av ósemjum.
Fyri at loysa eina ósemju skulu vaksin vera góð at lurta eftir børnunum og hjálpa teimum at seta orð á teirra kenslur.
Happing
Happing er ikki ein natúrligur partur av at vera saman við øðrum menniskjum.
Happing snýr seg um sambond, og eitt offur fyri happing kann ikki broyta sambond, tí viðkomandi er útihýstur frá felagsskapinum, og tí stendur viðkomandi uttan ávirkan, hóast hon ella hann ynskir at verða góðtikin.
Ósemjur kunnu verða til happing, um tær ikki verða loystar á skynsaman hátt, og um samgongur taka seg upp, sum beinleiðis fara eftir at útihýsa ella jagstra persónin, ið verður happaður. Vaksin kunnu eisini vera ein partur av hesi útihýsing ella jagstran.
Les meira um hvat happing er í øðrum greinum á hesi síðuni.
Besta amboðið ímóti happing og sosialari útihýsing er at stuðla børnum í tollyntum og positivum barnafelagsskapum.
Vaksin – foreldur, fakfólk og vaksin, sum í frítíðini arbeiða við børnum – hava avgerandi leiklut sum leiðvísarar og fyrimyndir, tá talan er um sosiala lívið hjá børnunum. Tey eru avgerandi í stríðnum at fyribyrgja happing.
Tað snýr seg um miðvíst at uppbyggja og stuðla samanhaldinum millum børn gjøgnum spøl, undirvísing, venjing og sosialt virksemi. Samstundis er tað týdningarmikið at stuðla teimum í at siga frá, tá onkur útihýsir og argar.
Betri vinir er námsfrøðiligt tilfar til børn, fakfólk og foreldur, sum arbeiða við at styrkja barnafelagsskapin í vøggustovum, dagrøkt, barnagarðum og skúlum – og sostatt fyribyrgja happing. Nágreiniliga arbeiðir Betri vinir við menningini av virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi í barnabólkum.
Gransking vísir, at Betri vinir riggar.
Sum foreldur hava vit stóra ávirkan á trivnað hjá børnum – eisini hóast vit ikki eru til staðar kropsliga. Heima við døgurðaborðið eru vit jú við til at seta dám á lagið og mentanina í barnagarðinum og skúlanum. Tí er tað týdningarmikið, at foreldur taka samábyrgd og eru áhugað í øllum barnabólkinum og ikki bara okkara egnu børnum.
Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing
Um mann fylgir ráðunum hjá Betri vinir – og gjarna kjakast um tey í foreldrabólkinum – er mann væl á veg til at tryggja ein góðan barnafelagsskap, har rúm er fyri øllum børnum.
- Eggja barni tínum at spæla við ymisk børn, bæði í barnagarðinum og í frítíðini. Tað styrkir og fyribyrgir happing í felagsskapinum hjá børnunum, tá ið tey kenna hvønn annan tvørtur um stovur og aldur.Tá ið tú leggur eyka orku í at gera avtalur við øll – eisini tey, sum barn títt ikki plagar at spæla við – so ert tú við til at tryggja, at øll børn fáa eitt pláss í felags- skapinum.
- Tosa pent um og við onnur børn, foreldur teirra og um starvsfólkini. Børnini gera sum foreldrini, og um tú er jalig/ur, tá ið talan er um barnagarðin, pedagogarnar, vinirnar og teirra foreldur, so fer barn títt eisini at verða tað. Sig t.d. hey við øll – bæði børn og vaksin – tá ið tú kemur við og eftir barni tínum, og lær teg nøvnini hjá vinunum.
- Skipa fyri felagstiltøkum fyri øll. Føðingardagar hava nógv at siga fyri børnunum.Tað er skuffandi hjá tí barni, sum ikki verður bjóðað við, og hjá tí barni, sum ikki fær nakrar føðingardagsgestir. Leggið orku í at bjóða allari stovuni – ella allar gentur ella allar dreingir – tá ið tit halda føðingardag ella hava onnur tiltøk, og berið so í bandi, at barn tykkara kann fara, tá ið onnur bjóða.
- Hjálp barni tínum at bera seg rætt at, um ein vinur er fyri onkrum órættvísum. Børn, sum ikki eru partur av barnahópinum, hava brúk fyri einum sindri av hjálp frá einum vini. Børn, ið hjálpa, troysta og verja onnur, merkja, at tey verða errin av hesum.
- Vís áhuga fyri talgilda lívinum hjá barni tínum. Børn vita, hvussu tey skulu bera seg at við miðlum, men skilja teir ikki altíð.Tí tørvar teimum vegleiðing frá teimum vaksnu. Ver forvitin og spæl við – og tosa við barn títt um, hvussu vit eisini í talgilda heiminum skulu vísa fyrilit fyri øðrum.
- Spyr, um barn títt er kett av onkrum. Viðurkenn kenslurnar hjá barni tínum, men minst eisini til, at tað eru fleiri síður av somu søk.Hjálp barni tínum at hugsa, um onnur børn kanska hava upplivað ta somu ósemjuna øðrvísi, og tosa kanska við onnur foreldur, ein lærara ella pedagog, áðrenn tú gert nakað viðvíkjandi eini ósemju.
- Ver opin og jalig/ur, um onnur fortelja tær um avbjóðingar hjá sínum barni. Tað kann vera torført at fortelja øðrum, at eins barn hevur trupulleikar í vøggustovuni ella í dagrøktini og tí t.d. tørvar eyka hjálp.Tað er lættari, um onnur foreldur lurta eftir.
Børnum tørvar góðar vinir, so at tey trívast og menna seg jaliga.Tá ið børn, heilt frá byrjan, læra, hvussu tey kunnu vera góðir vinir, fyribyrgja vit samstundis happing seinni. Sum foreldur kanst tú vera við at varðveita tað góða huglagið í vøggustovuni/dagrøktini.Tú ert týdningarmesta fyrimyndin hjá barni tínum, og vit vita, at tá ið foreldur stuðla felagsskapinum, so sæst tað aftur í mátanum, sum børnini eru saman uppá.
Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing
Vit hava tí gjørt fimm góð ráð, hvussu tú sum foreldur kanst vera við at tryggja, at øll børn – eisini títt barn – kenna seg sum ein part av felagsskapinum.
- Eggja barni tínum at spæla við øll børnini í vøggustovuni/dagrøktini.
Barn títt lærir nógv, tá ið tað spælir við ymisk børn.Tá ið tú eggjar barni tínum at hava áhuga fyri øllum børnum, so ert tú samstundis við at tryggja, at øll børn hava onkran at spæla við og harvið fáa eitt pláss í felagsskapinum. - Tosa pent um og við hini børnini í vøggustovuni/dagrøktini og somuleiðis við og um foreldur teirra og starvsfólk
Neilig orð um onnur børn og vaksin gerast skjótt til illvilja í tínum barni. Hjálp heldur barni tínum at vera jaligt og opið mótvegis øllum. Sigur tú t.d. “hey” við øll børn og vaksin, tá ið tú kemur við og eftir tínum barni? Veitst tú, hvussu hini børnini eita? - Tak væl ímóti nýggjum børnum í stovuni ella í dagrøktini.
Av og á koma nýggj børn í stovuna ella í dagrøktina. Hjá nýggjum børnum og foreldrum teirra hevur tað nógv at siga, at tey kenna seg vælkomnan. Minst tí til at heilsa og bjóða teimum væl- komnum, eisini um barn títt skal víðari í barnagarð. - Eggja barni tínum at siga frá og at hjálpa og verja vinfólk.
Børn, sum ikki eru partur av barnahópinum, hava brúk fyri einum sindri av hjálp frá einum vini. Børn, ið hjálpa, troysta og verja onnur, merkja, at tey verða errin av hesum. - Ver opin og jalig/ur, tá ið onnur foreldur fortelja um trupulleikar hjá sínum barni.
Tað kann vera torført at fortelja øðrum, at eins barn hevur trupulleikar í vøggustovuni ella í dagrøktini og tí t.d. tørvar eyka hjálp.Tað er lættari, um onnur foreldur lurta eftir.
Í samband við at Barnabati fór undir verkætlanina Betri vinir, eitt átak at fyribyrgja happing, vóru stig tikin til at kanna ymisk viðurskifti, ið hava við trivnaðin hjá børnum at gera. Partverkætlanin skal kanna happing á dagstovnaøkinum umframt fáa eina mynd av nyttuni av Betri vinum.
Fyrsta spurnablaðið er ment til tess at savna inn vitan, áðrenn starvsfólkini byrja at arbeiða við Betri vinum. Fyrsta kanningin fevnir í høvuðsheitum um, hvørt starvsfólki metir, at happing fer fram á dagstovnaøkinum, hvussu tey skilja og lýsa hugtakið happing, og hvussu tey síggja, at møgulig happing fer fram.
Spurt varð eisini um atferð og samskifti hjá starvsfólkum og foreldrum, sum kunnu hugsast at hava ávirkan á happing.
Samanumtikið vístu úrslitini frá fyrstu spurnakanningini, at happing fór fram millum børnini, og at hon í mesta mun fór fram sum útihýsan og við at gera mismun vegna vantandi tolsemi og virðing.
Úrslitini vístu eisini, at starvsfólkini mettu, at til ber at gera nakað fyri at fyribyrgja happing, og ikki minst, at tørvur er á førleikamenning í at handfara og fyribyrgja happing.
Samanumtikið kunnu vit út frá tølunum higartil meta at:
- Happing fer fram millum børnini á føroysku dagstovnunum.
- Samstarvið millum starvsfólk og foreldur verður mett sum gott.
- Starvsfólki metir, at til ber at fyribyrgja happing, men teimum vanta greiðar mannagongdir og amboð í handfaringini av happing.

Tilfar
Til tykkum, ið arbeiða við verkætlanini Betri vinir, hava vit lagt ymiskt tilfar á okkara heimasíðu.
Her eru eitt nú framløgur og myndir. So hvørt sum vit hava nýtt tilfar leggja vit tað á hesa síðuna frítt hjá tykkum at heinta. Tit kunnu eisini fylgja við á Facebook her
Stimbra og stuðla kensluligu menningini hjá barninum.
1 Viðurkenn og gev rúm fyri kenslunum hjá tínum barni.
2 Skil millum kenlsur og gerðir.
3 Hjálp barninum at skilja hví kenslan tók seg upp.
4 Tosa um, hvussu onnur kunnu hava tað.
5 Hjálp barninum at bera seg hóskandi at í samband við kenslur.
Bøkurnar fáast til keyps í bókahandlum kring landið

TOLSEMI, UMSORGAN, DIRVI & VIRÐING
“Vit ynskja at børn okkara, við hjálp frá foreldrum, námsfrøðingum og lærarum fáa eitt orðaval og ein hugburð har tey lætt og trygt kunnu tosa um tolsemi, dirvi, umsorgan og virðing. Við støði í menning av hesum eginleikum, kunnu vit gera mun, soleiðis at vit verða við til at skapa eina barna- og ungdómsmentan, sum á ein natúrligan hátt útihýsir happing.”

Mobning - Viden og verktøjer for fagfolk
Tekstasavnið er skriva av Helle Rabøl Hansen, Nina Hein, Stine Liv Johansen, Stine Kaplan Jørgensen, Louise Klinge, Kit Stender Pedersen og Helle Plauborg
Tekstasavnið er gjørt í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet, sum, saman við Barnabata standa fyri Betri vinir – Fri for Mobberi.
Tak bókina niður her: Mobning_ebog
Samband
Telefon: +298 610140
Teldupostur: betrivinir@barnabati.fo