Search
Close this search box.

Barnsburður

Hevur tú havt samlegu uttan fyribyrging? Ivast tú í, um tú ert við barn?

Hvat kanst tú so gera? Tú kanst fáa hjálp við at lesa leiðbeiningina her.

Góð ráð um barnsburð

Tak eina graviditetstest, um tú heldur, at tú ert vorðin við barn.

  • Tú kanst keypa graviditetstest á apotekinum og í matvøruhandlum.
  • Tú kanst siga: “Eg vil keypa eina graviditetstest”.
  • Tú noyðist ikki at siga, hvør tú ert. At keypa eina graviditetstest er akkurát tað sama sum at keypa ein mjólkapakka.
  • Les vegleiðingina á pakkanum, sum sigur, hvussu tú brúkar tína test.
  • Um tú testar teg stutt eftir samleguna uttan fyribyrging, kann úrslitið verða óvist.

Angribolli

  • Ætlar tú at taka ein angribolla, skalt tú gera tað skjótast gjørligt eftir samleguna, har fyribyrging ikki varð brúkt.
  • Angribollin kann takast upp í fimm dagar eftir samleguna.
  • Tú kanst keypa angribolla í hondkeypi á apotekinum. Tær nýtist ikki ávísing frá læknanum.
  • Minst til, at angribollin er ein neyðloysn. Tú mást ikki brúka angribolla í staðin fyri fyribyrging.

Les meira um angribollan her

Ert tú vorðin við barn uttan at ynskja tað?
Sig tað skjótast gjørligt við onkran vaksnan. Tað kann eitt nú vera mammu tína, pápa tín ella onkran annan vaksnan, sum tú kennir teg tryggan við.

Tú kanst siga: “Eg má fortelja tær nakað, sum er trupult, og eg havi brúk fyri tínari hjálp og stuðli. Eg eri við barn.”

Ein vaksin kann eitt nú hjálpa tær við avgerðini, um tú vilt taka fosturtøku.

Tú mást eisini fortelja tínum lækna, at tú ert við barn. Læknin kann greiða tær frá tínum møguleikum. Læknin kann eisini hjálpa tær at fortelja foreldrum tínum um barnsburðin. 

Tað eru 1000 spurningar og ivamál, ið renna einum til hugs, so skjótt, ein fær mistanka um óynsktan barnsburð
Skal eg brúka neyðfyribyrging? Hvørjir eru mínir møguleikar? Vil eg taka fosturtøku? Hvat fer familjan at siga? osfr.

Tað kann vera torført at hugsa klárt, og tí er tað sera týdningarmikið, at tú fortelur onkrum vaksnum um tína støðu og tína stúran.  

Tú ert altíð vælkomin at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116111. Tað er ókeypis, og øll, ið ringja, eru dulnevnd. Tú kanst eisini ringja til ráðgevingina hjá Gigna. Tey svara á tlf. 56 23 56 gerandisdagar millum kl. 19.00 og 21.00

Ert tú ein drongur?
Minst til, at tað tað eisini er tín ábyrgd, um gentan er vorðin við barn. Hjálp henni at finna eina góða loysn. Sig, hvat tín hugsan er, og ver við at taka eina avgerð. 

Ver ikki einsamallur við tonkunum. Fortel tað fyri einum vaksnum, sum tú kennir teg tryggan við. Tú ert eisini vælkomin at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116111.

Barnsburðarrættindi

Hevur læknin tagnarskyldu?
Læknin hevur í útgangsstøðinum ikki tagnarskyldu mótvegis tínum foreldrum. Tíni foreldur hava rætt at vita, um tær bagir nakað, ella um tú skal hava heilivág, so leingi tú ert undir 18 ár. Í serligum førum kann læknin lata vera við at siga nakað fyri tínum foreldrum. Eitt nú, tá ið tað snýr seg um títt sexlív. Ella um tað er til skaða fyri teg, um tíni foreldur fáa tað at vita. 
Tað verður tó altíð læknin, ið metir, um hann skal fortelja tínum foreldrum um tína støðu.

Ert tú undir 15 ár 
Ert tú undir 15 ár og ert við barn, so skal læknin kunna tíni foreldur um støðuna.
Óttast tú fyri, hvussu tíni foreldur fara at taka ímóti boðunum um barnsburðin, sig tað so við læknan. Læknin eigur at hjálpa tær við hesum. 

Ert tú millum 15-17 ár
Ert tú millum 15-17 ár og ert við barn, so skal læknin kunna tíni foreldur. Men í heilt serligum førum kann læknin lata vera við at siga nakað, um hann heldur, at tað er best fyri teg. 
Vilt tú ikki, at læknin skal siga nakað við tíni foreldur, sig tað so við læknan. Tú mást greiða læknanum frá, hví tú ikki vilt, at tíni foreldur skulu fáa tað at vita, og hvat tað hevur við sær, um tey fáa tað at vita. Út frá tí, tú sigur, má læknin síðani avgera, um hann skal kunna foreldrini ella ikki. 

Tíni foreldur skulu geva loyvi til fosturtøku. 
Í heilt serligum førum kanst tú fáa loyvi at taka fosturtøku, uttan at tíni foreldur vita tað. Men tá mást tú fáa loyvi frá Abortsamrådet. Tað kann t.d. vera um tú:

  • ikki hevur havt samband við foreldrini leingi.
  • Um foreldrini vilja skaða teg kropsliga ella sálarliga, um tey fáa tað at vita.

Nokta foreldrini tær at taka fosturtøku, hóast tú fegin vilt, so kann Abortsamrådet eisini avgera, at tú kortini kanst fáa framt fosturtøku, hóast tíni foreldur eru ímóti tí. 

Tú mást fyrst venda tær til tín lækna, ið so vísir tær víðari til Abortsamrådet.

Vilt tú ikki fremja fosturtøku, hevur eingin rætt til at tvinga teg teg til tað. 

Kyn