Search
Close this search box.

Sosialir miðlar

Gongur tú høgt upp í, at fólki dámar tað, tú leggur út á sosialar miðlar? Eru myndir av tær deildar á netinum?
Fá góð ráð, les brøv frá øðrum børnum og síggj sjónband um tað at deila myndir á netinum. 

Skemd á sosialum miðlum
Skemd á netinum er, tá ið myndir ella sjónbond av tær – ella boð, sum tú hevur skrivað – verða deild á netinum, uttan at tú hevur givið loyvi til tað. Tað er umráðandi, at tú sigur frá beinanvegin, um tú ert fyri ágangi á netinum. Hevur tú deilt ella fingið eitt nú myndir, skalt tú eisini siga frá. Her á síðuni kanst tú lesa meira um, hvat ágangur á netinum er, hvat tú kanst gera, um tú ert fyri ágangi á netinum ella sært, at onkur annar er.

Rættindi á netinum
Rættindi eru nakað, ein hevur RÆTT til at gera, ella hevur RÆTT til, at onnur ikki gera móti tær.
Bæði børn og vaksin hava rættindi á netinum. Vit hava lógir, ið skulu verja okkara rættindi á netinum. Kennir tú tíni rættindi?

SletDet ráðgevingin
Til ber eisini at finna sær góð ráð og vegleiðingar á SletDet ráðgevingini. Har finnur tú góð ráð um keðiligar upplivingar á netinum og talgildan ágang. Har ber eisini til at lesa meiri um m.a. happing á netinum, myndadeiling og avnoyðslu.

Lógligt ella ólógligt?

Royn tína vitan her
Niðanfyri eru skrivaðar ymsar støður, ið tú skalt taka støðu til. Hvør støða hevur tveir svarmøguleikar: Lógligt ella ólógligt

Ein drongur hevur tikið skíggjamynd av einum snappi, sum ein vinur hevur sent honum. Drongurin sendir síðan myndina á sosiala vangan hjá viðkomandi, tá ið hann hevur føðingardag og skrivar til lukku.
Lógligt/ólógligt?

Ólógligt

Tað er ólógligt, tí tað er ikki loyvt at deila persónligar myndir ella upplýsingar hjá øðrum uttan samtykki. Hetta merkir, at ein skal hava loyvi frá persóninum, áðrenn deilt verður.
Men! Tað valdast eisini, hvussu privat myndin er, og um persónurin á myndini vil hava myndina strikaða. Tær nýtist eitt nú ikki at vera fjálturstungin, um tú hevur deilt eina fitta mynd av onkrum, tá ið viðkomandi hevur føðingardag. So leingi tú tryggja tær, at myndin er sømilig, og at tú strikar myndina, um viðkomandi ikki vil hava myndina á sínum vanga. 

Ein 15 ára gamal drongur varnast, at pápin hevur lisið øll hansara sms-boð, tí hann er bangin fyri, at sonurin er endaður í onkrari støðu, sum hann ikki hevur tamarhald á sjálvur 
Lógligt/ólógligt?

Lógligt

Av tí at drongurin er 15 ár, hevur pápin rætt til at lesa sms-boðini, um hann er bangin um sonin. Hetta hava foreldur rætt til løgfrøðiliga, líka til børnini fylla 18 ár, um tey eru bangin um børnini. Hesin rætturin hoyrir undir FORELDRAÁBYRGDARLÓGINA
Men! Tað merkir ikki, at foreldur ikki skulu virða rættin hjá børnunum at hava eitt privatlív. Tað er tí heilt í lagi at siga foreldrunum frá, um tú vilt verja títt privatlív.

Tvær vinkonur hava til stuttleika tikið myndir av teimum, har tær standa saman og eru berar um yvirpartin, men halda fyri bróstini.
Lógligt/ólógligt?

Lógligt

Tað er ikki ólógligt at taka privatar og intimar myndir saman, um bæði samtykkja tað. Tað vil siga, at báðir partar eru við upp á tað og vita, at myndirnar verða tiknar. Tað sama er galdandi, um eitt par tekur privatar myndir saman. 
Men! tað verður ólógligt so skjótt, myndirnar verða deildar uttan samtykki frá øllum persónum á myndini. Hetta er eisini galdandi, um vinkonurnar verða óvinir, ella tað verður liðugt hjá parinum. Ikki bara persónurin, ið hevur tikið myndina, hevur rætt til at avgera, hvør sleppur at síggja myndina og ikki. 

Ein genta hevur funnið eitt pass úti á gøtuni og deilir eina mynd av persóninum, sum eigur passið, tí gentan vónar at finna viðkomandi, sum eigur passið. 
Lógligt/ólógligt?

Ólógligt

Hóast gentan hevur eina reiðiliga ætlan við at deila myndina, so er tað faktiskt ólógligt. Tað er ólógligt at deila upplýsingar hjá øðrum á netinum. Tað stendur í persónsdátulógini. Við at deila eina mynd av passinum, deilir gentan eisini persónstalið, bústaðin og eina mynd, sum alt eru persónligir upplýsingar hjá viðkomandi, sum eigur passið.

Ein drongur fær eina nakna mynd sendandi frá einum, hann fjasast við. Men ein dagin sendir hann myndina til ein vin uttan at tann, hann fjasast við, veit av tí.  Brádliga hava ØLL myndina.
Lógligt/Ólógligt?

Ólógligt

Sambært persónsdátulógini er tað ólógligt at deila myndir uttan samtykki. Og tá ið talan er um nakinmyndir, er tað strangliga bannað. Er persónurin á myndini undir 18 ár, kann tað vera eitt álvarsligt lógarbrot sambært lógini um barnaporno. 
Ein regla er, at tað er altíð persónurin á myndini, sum eigur rættin at avgera, hvør sleppur at síggja myndina og ikki.
Er ein mynd av onkrum deild uttan samtykki, er tað ongantíð ábyrgdin hjá persóninum á myndini. Tað er sera týdningarmikið at tosað verður við onkran vaksnan, um tað kemur fyri, at ein mynd verður deild uttan samtykki. 

Ein 15 ára gomul genta varnast, at stórasystirin hevur verið inni á facebookvanganum hjá sær og lisið fleiri boð, tí gentan hevur gloymt at rita út úr vanganum. 
Lógligt/ólógligt?

Ólógligt

Tað er ikki loyvt at lesa privatu boðini hjá øðrum, hvørki sms-boð, teldupost, ella á sosialu miðlunum. Hetta kemur undir revsilógina. 
Sama, um tit er góðir vinir, par, systkin ella okkurt annað. Øll hava rætt til privatlív, eisini á netinum. 

Tvær gentur verða óvinir. Onnur gentan skrivar tí ljót boð á sosiala vangan hjá hinari gentuni og fer eisini at breiða ósannindi út um hina gentuna. 
Lógligt/Ólógligt?

Ólógligt

Vit hava ikki rætt at siga ella skriva hvat sum helst um onnur, sjálvt um vit hava talufrælsi í Føroyum. Talufrælsi merkir, at vit hava rætt til at siga okkara meining uttan, at onnur skulu góðkenna meiningina fyrst. 
Men! vit kunnu ikki siga ósannindi, og vit skulu heldur ikki særa onnur, eitt nú við rasistiskum, homofobiskum ella sexististiskum útsagnum. Tað er eisini ólógligt at hótta onnur ella at geva seg út fyri at vera ein persónur, ið viðkomandi ikki er.

Ein genta tekur eina mynd av eini vinkonu, meðan tær eru á konsert og leggur myndina út á Instagram.  Í bakgrundini á myndini síggjast fleiri fólk, sum tær ikki kenna.
Lógligt/ólógligt?

Lógligt

Myndir, sum eru tiknar í almenna rúminum, kunnu deilast, so leingi myndin ikki inniheldur viðkvæmar upplýsingar ella naknar persónar.
Tí kann gentan leggja myndina á Instagram uttan at biðja allar persónarnar á myndini um samtykki. Tó skal hon tryggja sær, at vinkonan samtykkir, at myndin verður deild. Gentan hevur eisini rætt til at biðja vinkonuna strika myndina, um hon vil tað.
MINST TIL! At ert tú fyri ágangi á netinum, ella tíni rættindi á netinum ikki verða vird, so er tað umráðandi, at tú setir teg í samband við onkran vaksnan. Tú kanst eisini altíð seta teg í samband við Tú og Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111.

Fimm góð ráð:

Steðga deiling av myndum á netinum 

1. Tak skíggjamynd og goym samtalur:
Tú kanst brúka hetta sum próvførslu fyri tí, sum er hent. Tað ger tað lættari fyri teg, tá/um tær tørvar hjálp at loysa trupulleikan. Tí er tað eitt gott hugskot at savna prógvini saman og goyma tey, so tú kanst melda tilburðin seinni.

2. Bið um hjálp frá einum vaksnum soleiðis:
Tað kann vera ringt at hava yvirlit yvir støðuna, um tú ert bangin og ongan hevur at tosa við. Tí er tað umráðandi, at tú fært hjálp frá onkrum vaksnum. Tosa við foreldrini hjá tær, ein lærara á skúlanum ella ein SSP-lærara. Tú kanst byrja við at siga at “Okkurt av mær er deilt á netinum, sum eg ikki havi givið samtykki til. Eg havi brúk fyri tínari hjálp til at fáa tað at steðga” Tú kanst eisini seta teg í samband við Tú og Eg ráðgevingina á 116 111, so kunnu vit hjálpa tær.

3. Soleiðis forðar tú fyri, at myndir verða deildar: 
Brúka melda-funkuna til tað, sum tú vilt hava strikað. Tú kanst fáa hjálp á Strikuvegleiðingini hjá SletDet ráðgevingini. Her kanst tú fáa vegleiðing til, hvussu tú kanst fáa ymist strikað á Facebook, Instagram, YouTube og aðrastaðni.

4. Fá hjálp til at finna útav, hvussu nógv hava fingið atgongd til tína mynd ella sjónband:
Hevur tað ligið alment frammi hjá øllum at síggja? Ella er talan um fáar persónar, ið hava tað liggjandi á telefonini? Fá onkran at hjálpa tær við at kanna tað, tí tað kann verða alt ov rúgvismikið hjá tær.

5. Soleiðis meldar tú til løgregluna:
Verða myndir av tær deildar á netinum, er tað umráðandi, at tú meldar tilburðin við at seta teg í samband við løgregluna, ella kanst tú boða frá við at fara á løgreglustøðina. Tað er umráðandi at fáa foreldrini ella onkran vaksnan at hjálpa tær við hesum.
Tú kanst eisini melda tilburðin á heimasíðuni politi.fo
Tú kanst fáa hjálp frá foreldrunum við at melda tilburðin til løgregluna. Tey kunnu eisini hjálpa tær við støðuni eftir, at tilburðurin er meldaður. Tað kann vera, at tit hava brúk fyri hjálp frá einum sakførara. 

Kyn