Er onkur í tínari familju álvarsliga sjúk/ur? At liva við sjúku í familjuni kann vera torført
Tá ið ein í familjuni verður sjúkur, verður øll familjan rakt.
Øll kunnu merkja sorg og ótta, tá ið avvarðandi verða rakt av álvarsamari sjúku, og tað kann vera sera tungt at koma í gongd aftur við gerandisdagin.
Tú kanst ringja ella skriva til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111, so kunnu vit hjálpa tær. Vit tosa við nógv børn og ung, ið stríðast við sjúku í familjuni. Her á síðuni kanst tú fáa nøkur góð ráð og lesa brøv, sum onnur børn hava skrivað.
Fimm góð ráð
1. Fá tær neyðuga kunning! Sig við foreldrini, at tey skulu greiða tær frá sjúkuni, og at tú vilt fylgja við, hvussu viðkomandi hevur tað:
Tað er umráðandi, at tú spyrt. Veitst tú ov lítið um sjúkuna, kann tað gerast rættiliga ørkymlandi. Vilja tíni foreldur einki fortelja tær, kanst tú vita, um tú kanst tosa við onkran annan, sum tú hevur álit á. Tú hevur ikki ábyrgd fyri sjúkuni ella familjuni. Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina av, at familjan hevur tað gott og ikki tú. Megna tey ikki tað, mugu tit fáa hjálp frá onkrum uttanfyri familjuna.
2. Tosa við tínar vinir um sjúkuna. Tað lættir um at tosa við onnur:
Tað kann hjálpa at tosa við onnur uttanfyri familjuna, sum tú hevur álit á – eitt nú tínir vinir. Nógv børn føla at tey ikki kunnu tosa við foreldrini, tí tey eru bangin fyri, at foreldrini blíva kedd. Tí er tað eitt gott hugskot, at tú tosar opið og erligt við tínar vinir. Tú kanst fortelja teimum, hvussu nógv tú saknar títt “gamla familjulív”, og at gera tey ting, sum tit plagdu at gera saman.
3. Tú mást ikki gloyma at liva! Hóast onkur er álvarsliga sjúkur í familjuni, royn kortini at stuttleika tær og finn upp á okkurt stuttligt og fjákut, sum fær teg at gloyma sjúkuna:
Tað er umráðandi, at tú loyvir tær sjálvum at hugsa um annað enn sjúkuna. Fá tær pausur av og á, og fá nýggja orku til restina av degnum.
4. Sig hvørjum tú hevur brúk fyri:
Lagið kann vera skiftandi. Tú kanst vera í góðum lag ta einu løtuna, og løtu seinni syrgin og sorgarbundin. Tað kann vera torført hjá vinum og kenningum at tosa við onkran, ið hevur mist. Tí taka tey seg ofta aftur. Tú kanst tú siga við tey, at tú ikki verður í ringum lag, men at tú hevur brúk fyri, at tey lurta eftir tær, og at tey eru vælkomin spyrja teg um ymist viðkomandi.
Sig tað við læraran hjá tær, hann hevur eisini brúk fyri at vita, hvussu hann kann stuðla tær í hesi støðuni.
5. Fá tær stuðul – eisini uttanfyri familjuna:
Flest børn vilja gera alt fyri at hjálpa sínum foreldrum og systkjum, men tað er eisini týdningarmikið at tú sjálv/ur fært hjálp og stuðul. Tí er sera umráðandi, at tú tosar við ein persón, sum tú ikki ert í familju við, men onkran, sum tú hevur álit á, so tit saman kunnu síggja til, at øll fáa hjálp.
Tú ert vælkomin at ringja ella skriva til Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. Tú kanst eisini kjatta við okkum, ella skriva eitt bræv til Brævkassan, og vit svara skjótast gjørligt. Øll, ið ringja inn, eru dulnevnd.