Hvussu ávirkar alkohol mín kropp? Her kanst tú fáa nøkur góð ráð um alkohol
5 góð ráð til ung um alkohol
Gevst áðrenn tú hevur drukkið 5 gløs og ert undir 16 ár
Heilsustýrið mælir til, at børn undir 16 ár ikki drekka alkohol.
Tey viðmæla eisini, at tú ikki drekkur meira enn 5 alkoeindir. Meiri tú drekkur, meiri skaðar tað tína heilsu. Ein alkoeind er tað sama sum umleið 1 øl ella cider.
Drekk bara, um tú vilt
Sig frá!
Eingin skal noyða teg at drekka. Tær nýtist ikki at drekka, bara tí hini í flokkinum gera tað. Tað er gott, at tú dugir at siga frá, og at tú heldur fast við tínar meiningar.
Drekkur tú alkohol, minst so til at drekka nógv vatn
Fá tær eitt glas av vatni ella sodavatni eftir eina alkoeind.
Hevur tín vinur drukkið ov nógv?
Sig við hann, at hann hevur drukkið ov nógv, og at best er at gevast.
Gev honum eitt glas vatni ella sodavatni.
Far út og gakk ein túr við honum, so hann kann koma burtur frá fløskunum.
Tryggja tær, at vinur tín kemur gott heim.
Ert tú rúsaður, mást tú ringja til onkran, sum er edrúur, og biðja um hjálp.
Hvat kanst tú gera, fyri at sleppa undan, at okkurt gongur galið?
Drekk spakuliga, so tú merkir kenningina, áðrenn tað verður ov seint.
Drekk ikki ov sterkt – drekk heldur eina øl enn annað rúsdrekka.
Drekk ikki ov nógv. Tú kanst saktans hava tað stuttligt, sjálvt um tú ikki hevur drukkið so nógv, og so sleppur tú eisini undan teimum keðiligu avleiðingunum, av at drekka ov nógv.
Hav í huga: gentur tola minni av enn dreingir.
Kanna hvussu lítið av alkoholi skal til fyri at hava tað stuttligt, soleiðis at tú sleppur undan at drekka ov nógv.
Hetta siga onnur børn:
“Eg kom til at drekka ov nógv og endaði heima hjá eks sjeikinum hjá míni góðu vinkonu. Nú hottir hon við at oyðileggja mítt lív og sigur lygnir um meg. Tað gongur runt um alt Føroyar. Nógv stóla ikki uppá meg longur. Hjálp!”
Tikið úr Tú og Eg ráðgevingini.