Øvundar tú tínum vini ella tínum systkjum? Er sjeikurin hjá tær ofta øvundsjúkur? Tað er vanligt at hava slíkar kenslur, men tað kann eisini fylla ov nógv í gerandisdegnum, og hetta kann fáa okkum at gera og siga ymist, sum ikki sømir seg. Fylg við her á síðuni og fá innlit í, hvat kenslurnar merkja. Tú fært eisini nøkur amboð, so tú betur kanst handfara eina slíka støðu.
Hvat er øvund og øvundsjúka?
Í hesi leiðbeining lærir tú meira um kenslurnar øvund og øvundsjúku, og tú fært eisini svar uppá spurningar um hesi viðurskifti.
Klikka teg gjøgnum stigini, og vel hvørjar spurningar tú vilt hava svar uppá
Gloym ikki, at øll eru ymisk
Tá ið vit samanbera okkum við onnur, merkja vit ofta øvund ella øvundsjúku.
Minst til, at vit eru øll ymisk. Tað hevði verið keðiligt og einsháttað, um vit øll sóu eins út og dugdu tað sama. Vit eru øll úr ymiskum familjum og hava upplivað ymist, tí er tað ikki serliga realistiskt at samanbera okkum við onnur. Tú og systkin tíni kunnu vera sera ymisk, hóast tit eru úr somu familju.
Um tú fært hesa kenslu, hugsa teg um, áðrenn tú gert nakað
Tað er ein keðilig kensla at ganga og vera øvundsjúkur. Tú kanst fara at sveitta, gráta ella fáa ilt í búkin. Tú kanst eisini uppliva vreiði, so tú fært hug til at siga okkurt ljótt við viðkomandi. Men tað er ikki altíð eitt gott hugskot at leypa framav, tá ið tú merkir øvund og øvundsjúku.
Royn í staðin at:
- anda djúpt inn og telja upp í 10
- fara onkra aðrastaðni, um tað ber til
- ganga ein túr. Tað er altíð gott at fáa fríska luft
- tosa við onkran um tað, so tú ikki situr einsamøll eftir við kenslunum
- gera tað, tær dámar. Hetta fær teg at hugsa um okkurt annað.
Á hesi síðuni kanst tú eisini fáa hjálp til at gera tína egnu persónligu ætlan.
Hugsa um tínar góðu síður
Tað er umráðandi, at tú hugsavnar teg um alt tað góða, hóast tú merkir øvund ella øvundsjúku. Skriva ein lista yvir tað, tær dámar at gera, og sum tú ert errin av. Spyr ein góðan vin ella tíni foreldur, hvat tín styrki er. Tú kanst verða ovfarin av tí, tey siga. Tað er altíð gott at práta um tað, og kanska vinur tín hevur tað júst sum tú.
Tosa við onnur um tínar kenslur
Tosa við ein góðan vin ella foreldrini um, hvussu tú hevur tað kensluliga. Kanska hava tey verið ígjøgnum tað sama, sum tú upplivir nú. Royndir hjá øðrum kunnu hjálpa tær at síggja øðrvísi uppá tingini. Minst til at øvund og øvundsjúka eru heilt vanligar kenslur, sum fólk dragast við. Tí er tað gott, at tú fært tosa við onnur um, hvussu tú hevur tað.
Brúka kensluna til nakað positivt
Øvundsjúka og øvund eru ikki neyðturviliga negativ. Tað kann geva tær eina fatan av, hvat tú kanst gera øðrvísi og betri, og hvussu tú næstuferð handfer eina slíka støðu.
Sumt fáa vit ikki broytt. Tað er burturspilt tíð at øvunda øðrum, tí tey til dømis hava longri bein enn tú. Vit kunnu ikki fáa longri bein, bara tí vit ynskja tað.
Harafturímóti kunnu vit broyta sumt. Vit kunnu eitt nú arbeiða við at gerast minni smæðin ella duga betur at spæla fótbólt. Øll byrja frá byrjan á flestu økjum. Tí er gott at hava í huga, at við venjing dugir tú bara betur.
Hvat vilt tú fegin duga betur?
Vil tú duga betur at spæla fótbólt, so er at venja hart og miðvíst. Vilt tú vilt vera meiri opin fyri øðrum, øva teg at tosa meira við onnur fólk. Tú kanst fáa góð ráð um small-talk her
5 góð ráð um tú upplivir øvund og øvundsjúku
Sig frá
Eru reglur í parlagnum fyri, hvat tú kanst og ikki kanst gera, skalt tú siga frá. Kanska sjeikurin ella daman forðar tær í at skriva saman við øðrum, ella tín besti vinur ikki vil, at tú fylgist við øðrum. Fortel persóninum, at tú heldur tað vera umráðandi, at tit kunnu líta á hvør annan. Tað er ongantíð í lagi at lata onnur taka ræðið av tær. Hendir tað, so sig frá!
Rósa persóninum, tær dámar
Viðhvørt botnar øvundsjúka í, at hin persónurin ikki veit, hvussu nógv hann hevur at týða fyri teg. Kanska sigur tú tað ikki nóg skilliga við viðkomandi, tí er umráðandi at tú sigur, hvussu nógv tú virðismetir tykkara vinskap ella parlag.
Tak tað sum eitt kompliment
Øvund nýtist ikki bara at vera negativ. Viðhvørt snýr tað seg um, at onnur síggja upp til tín. Kanska halda tey, at tú sært gott út, at tú dugir okkurt ordiliga væl, ella hevur okkurt, sum tey eisini vilja hava.
Tak tað heldur sum eitt kompliment. Tú kanst brúka tað sum eina styrki heldur enn ein veikleika. Minst til: øll hava sína styrki. Heldur enn at fjala hana, skulu vit brúka hana til at byggja okkum upp við.
Vanda tær um málbrúkið
Øvundsjúka og øvund kann skapa ónøgdsemi. Tí kanst tú vænta, at onkur tosar ilt um teg viðhvørt. Vit kunnu koma til at siga nakað, vit ikki meina, um kenslurnar ráða. Kanska kemur onkur við ljótum viðmerkingum um tína útsjónd, hóast tey meina tað øvuta.
Minst til, at tað er ongantíð í lagi, at onnur tosa ljótt um teg. Tí er umráðandi, at tú sigur frá.
Er hetta ov torført, kanst tú altíð fara til onkran vaksnan, ið kann hjálpa tær.
Øvund snýr seg ikki altíð um teg
Øvund ella øvundsjúka botnar í lágum sjálvsáliti. Tí er umráðandi at minnast til, at tað neyðturviliga ikki er nakað við tær, ið skalt broytast, men at tað er annað rundan um teg, sum tú kanst arbeiða við. Eitt gott hugskot kundi verið at tosa við persónin um tínar kenslur, um tú følir, at tað fyllir ov nógv. Tað fær eisini teg at skilja, at tað er einki galið við tær.