Kynslívið førkar seg alla tíðina
Tað finst eingin uppskrift ella ætlan fyri tínum kynslíviði. Tað er bara tú, sum avgerð, hvat tú hevur hug til, og hvat tú vilt við tínum kynslívið.
At hava hug
At hava hug er ein kensla av tørvi og trongd eftir onkrum ávísum. Kynsligur hugur er hugurin til sex ella kynsliga nerting.
Tað er heilt vanligt at hava kynsligan hug uttan mun til kyn ella aldur. Tey flestu hava kynsligan hug alt lívið, men tað er vanligt, at hugurin minkar við aldrinum.
Tað eru eisini fólk, sum ongan tørv hava á nøkrum kynslívi. Hetta verður nevnt aseksualitetur. Tað kann merkja ymiskt, men í flestu førum merkir tað, at tú ert ikki kynsliga hugtikin av nøkrum. Tú kanst lesa meira um aseksualitet her.
Í tannárunum fer ein broyting fram í kynshormonunum, og í hesum tíðarskeiði økist hugurin til sex. Tað er ymist, hvussu kynsligi hugurin er hjá menniskjum. Somuleiðis er eisini ymist, hvussu stóran hug tú hevur til sex, og hvat tú hevur hug til. Kynsligur hugur er líka so fjølbroyttur, sum tað eru menniskju til.
Tú kanst hava kynsligan hug, tá tú ert í soningi, og tá tú ert saman við øðrum. Vilt tú vita meira um, hvat kynsligur hugur er, kanst tú lesa meira um tað her.
Fyrstu ferð
Fyrstu ferð hevur stóran týdning hjá summum og minni týdning hjá øðrum. Fyrstu ferð er byrjanin til nakað, sum fyri mong er sera umráðandi: at hava eitt sexlív við øðrum.
Mong hugsa um sína fyrstu ferð: Nær verður tað? Hvørjum verður tað við? Finni eg útav tí? Hvat fer hin at hugsa?
Tað er ymist frá persóni til persón, nær tey uppliva sína fyrstu ferð. Summi hava verið saman við onkrum fyrstu ferð, tá ið tey eru 13 ár, og onnur tá ið tey eru 20 ár. Eini 10 prosent hava ikki havt “sína fyrstu ferð”, tá ið tey eru 24 ár.
Tað er vanligt at vera spentur og nervøsur
Summi gleða seg og klára næstan ikki at bíða til dagin, tey skulu hava sex fyrstu ferð.
Onnur eru órólig, tí hvat nú, um okkurt gongur galið, ella um tú fært ilt? Nógv eru nervøs og spent samstundis.
Ofta hjálpir tað at siga tað við tann, tú ert saman við, hvussu tú hevur tað, og um tú hevur kenslur fyri persóninum, tú ert saman við, er tað bara gott.
Ivast tú fyrstu ferð, er tað tekin um, at best er at bíða, til tú kennir teg meiri tryggan. Tað er bara tú, sum kanst merkja, um tú vilt fullføra tað ella ikki.
Tosið saman
Tað er eitt gott hugskot, at tú og tín felagi tosa um, hvat er deiligt og frekt, hvat tykkum dámar, og hvat tit helst ikki vilja royna.
Tað er ymist frá persóni til persón, hvat einum dámar og hvussu sexlívið skal vera. Tað er umráðandi at tosa um hvørja verju tit skulu brúka, áðrenn tit hava sex. Líkamikið um tú hevur sex við einum av sama kyni ella mótsettum kyni.
Hvat er onani?
Onani merkir at hava hava sex við sær sjálvum. Hjá mongum menniskjum er onani fyrsta sex, tey hava.
Tað er púra vanligt hjá børnum, ungum og vaksnum at onanera. Og tað er galdandi fyri øll kyn
Kann nakað henda, tá ið eg onaneri?
Bræv frá brævkassanum:
“Eg havi hug at onanera alla tíðina. Kann nakað henda? Eg hugsi eisini, um aðrir mátar eru at nema við seg sjálvan uppá?”
Svar:
Tað er vanligt at onanera. Tey flestu, bæði gentur og dreingir, onanera. Serliga tá ið tey koma í tannárini, og tað kemst av kynshormonunum í kroppinum. Eldri kvinnur og menn onanera eisini. Onani er ein sunnur máti at læra sín kropp og seksualitet at kenna uppá. Tá ið tú onanerar, finnur tú útav, hvat er lekkurt og minni lekkurt. Tað er eisini púra óskaðiligt at onanera. Tað er fleiri mátar at onanera uppá. Tað snýr seg bara um at prøva seg fram og læra sín kropp at kenna. Tú kanst lesa meira um hetta her
Onaneri eg ov nógv?
Bræv frá brævkassanum:
“Eg onaneri ALT ov nógv – fleiri ferð um dagin – og føli meg rættiliga bundnan av tí. Er hetta ein trupulleiki, og kann nakað henda við murtinum ella sáðgóðskuni?
Svar:
Tað ávirkar ikki sáðkvalitetin, um tú onanerar nógv dagliga. Tað er vanligt at onanera nógv, og eisini er hetta ein góður máti at finna útav, hvat tær dámar væl, og hvat tær dámar minni væl. Soleiðis lærir tú kroppin betur at kenna. Fært tú pínu, ella tað fer at svíða, kann glíðikrem hjálpa. Følir tú, at tað fyllir ov nógv í gerandisdegnum, er tað eitt gott hugskot, at tú setir tær tíð av til at onanera eina ferð um dagin. Tú velur nær á degnum, tað passar tær best. Brúka heldur tíðina til skúlating ella okkurt frítíðarítriv, ella hugna tær saman við vinunum og familjuni.
Sex uttan fyribyrging – Hvat kann henda?
Sex uttan fyribyrging kann elva til óynsktan barnsburð, kynssjúkur og barnloysi.
Umberingar
Gloymska, alkohol, girnd, ov strammar hítir eru tær grundgevingar, tey ungu koma við, tá ið tey verða spurd, hví tey ikki brúka verju, tá ið tey hava sex.
Fyribyrging verjir fyri kynsskjúkum og óynsktum barnsburði
Ymisk sløg av fyribyrging kunnu nýtast, so tað partvís ella heilt verjir fyri smittu av kynssjúkum millum menn, kvinnur, ella kvinnu og mann.
Sløg av fyribyrging eru serliga ætlað gentum, kvinnum og hinskyndum pørum, ið forðar fyri óviljaðum barnsburði.
Verja fyri kynssjúkum
Tú kanst verða smittað við kynssjúkum, um sjúkan kemur í samband við slímhinnuna, ella um tú fært útflot úr móðurskeiðini hjá øðrum, undanspin ella sáðspin á slímhinnurnar.
Tá ið tú verjir slímhinnur (munn, móðurskeið, penishøvdið, reyv, nøs og eygu og forðar sáðkyknunum at sleppa upp í lívmóðrina við at brúka hít, so slepst undan, at slímhinnur frá tveimum persónum koma í samband við hvørja aðra, ella at útflot frá kynslutunum kemur í samband við slímhinnuna. Tú verjir teg fyri smittu og øðrum kynssjúkum, tá ið tú brúkar fyribyrging.
Les meir um kynssjúkur her
Eg vil ikki verða við barn
Um tú ikki vilt verða við barn, er umráðandi, at sáðkyknurnar ikki koma í samband við eitt gitið egg. Tað kann gerast við at forða fyri, at sáðkyknurnar “finna vegin fram” uppi í móðurskeiðini. Ella tú kanst forða fyri, at tú fært eggloysn.
Les meira um fyribyrging her
Bræv frá brævkassanum:
“Ber tað til at fara til lækna uttan at hava foreldrini við?”
Svar:
Tað er møguligt, alt eftir hvørjari støðu, tú er í.
Í lógini stendur, at foreldramyndugleikin skal fráboðast. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hesa lóggávu, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Sambært landslæknanum kunnu vera støður, har ein, sum er undir 18 ár, kann missa møguleikan at sleppa til lækna, um foreldrini skulu vera við. Í stuttum merkir hetta, at kommunulæknin kann meta um tína persónligu støðu, og síðan avgera, um tú kanst fara til lækna, uttan at foreldrini fáa tað at vita.
Tú kanst ringja til læknan og vita, um tú kanst fara til lækna, uttan at tíni foreldur hava fingið nakra fráboðan.
Fakta um kynsliga lógaldurin
Kynsligi lógaldurin er sambært revsilógini ein avgerð um, hvussu gamal ein persónur kann vera, tá ið hann lógliga kann hava kynsligt samband við onnur.
Tað er revsivert, og tú kanst verða fongslaður, um tú hevur samlegu ella annað kynsligt samband við onnur undir 15 ár. Lógin sigur, at tú skalt vera minst 15 ár fyri at hava kynsligt samband. Revsingin kann verða longd, um barnið er undir 12 ár.
Sex við javnaldrum
Eru tit javngomul og hava sex, tí tit hava hug, verða tit ikki revsað.
Kynsligi lógaldurin er fyri at verja ung undir 15 ár fyri kynsligari misnýtslu frá vaksnum ella eldri persónum.