Search
Close this search box.

Harðskapur

Harðskapur kann bæði vera likamligur og sálarligur – onki slag av harðskapi er nakrantíð í lagi!
Er harðskapur í tínari familju, hevur tú rætt til at fáa hjálp. Bæði tá tað er tú sjálv/ur ella onnur í familjuni, ið eru fyri harðskapi, so kann tað skaða teg. Tí er tað týdningarmikið, at tú sigur tað við ein vaksnan. Her á síðuni kanst tú fáa góð ráð, um hvat tú kanst gera, um tú ella onkur annar er fyri harðskapi.

Harðskapur í familjuniHvat skal eg gera?

Tosa við onkran um tað. Tú kanst t.d. siga: 
Eg havi brúk fyri at tosa við teg um nakað ringt.
Kanska ert tú bangin fyri at siga øðrum frá tí sum hendir heima hjá tær. Men tað er týdningarmikið, at tú fært tað sagt, soleiðis at bæði tú og familjan hjá tær kunnu fáa røttu hjálpina. Kanska hevur tú ein góðan lærara, sum tú følir teg tryggan at siga tað við? Lærarin hjá tær hevur skyldu til at hjálpa tær, um tú sigur frá.
Tú kanst altíð seta teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111. 

Ert tú bangin fyri, hvat fer at henda, um tú sigur onkrum frá harðskapi?
Mong hugsa soleiðis. Her á Tú & Eg Ráðgevingini tosa vit við børn og ung, sum eru fyri harðskapi í familjuni. Stúrir tú fyri, hvat fer at henda, um tú sigur frá harðskapinum, kanst tú byrja við at seta teg í samband við Tú & Eg Ráðgevingina á tlf. 116 111, so kunnu vit svara tínum spurningum og syrgja fyri, at tú følir teg tryggari. Øll, sum ringja, eru dulnevnd. 

Ger eina ætlan, so tú veitst, hvat ið tú skalt gera, um tú følir teg ótryggan aftur:
Kanska tú kanst steingja hurðina í kamarinum hjá tær? Fara heim til ein góðan vin at sova? Ella ringja til ein vaksnan, sum tú følir teg tryggan at tosa við?
Tú kanst hugsa um:

  • Hvønn, tú kanst ringja til 
  • Hvørjum, tú kanst fáa hjálp hjá 
  • Hvar og hvønn, tú vilt fara til
  • Hvat, tú vilt siga


Tú kanst skriva eina ætlan á telefonina, so tú hevur hana nærhendis, um tú kennir teg ótryggan.

Minst til, at tað er ongantíð tín skyld. Sig við teg sjálvan:
“Tað er ikki mín skyld, at eg verði sligin. Tað eru míni foreldur, ið gera nakað, sum tey ikki mugu, og tað skal steðgast.”
Um mamma ella babba, tíni systkin ella tú berjast, so er tað týdningarmikið, at tú heldur fast við, at tað er ongantíð tín skyld. Mong, sum uppliva harðskap í familjuni, kunnu hava skuldarkenslu. Tað kann eisini vera, at foreldrini siga, at tað er tín skuld. Men tað er altíð ábyrgd hjá teimum vaksnu, at børnini hava eitt trygt heim, har eingin harðskapur er.

Minst til, at tú hevur rættindi! 
Í Føroyum er tað ólógligt at sláa børn. Tað kann vera gott at vita, at tað er tú, ið hevur lógina í tínum parti. 
Lógin sigur, at øll vaksin í Føroyum hava skyldu til at hjálpa einum barni, ið hevur verið fyri harðskapi. Hetta merkir, at sigur tú fyri einum vaksnum, at tú hevur verið fyri harðskapi, skal tann vaksni syrgja fyri, at tú fært hjálp. 
Tú hevur rætt til hjálp frá kommununi, um tú hevur verið fyri harðskapi heima. Les meira um tíni rættindi niðast á síðuni. 
Kanska stúrir tú fyri, hvat fer at henda tíni familju, um tú sigur, at tú verður sligin heima. Tað er umráðandi at minnast til, at kommunan roynir at hjálpa allari familjuni. Tey kunnu eisini hjálpa tínum foreldrum at steðga harðskapinum.

Skriva eitt bræv
Um tað er torført at siga nakað andlit til andlits, kann tað vera lættari at skriva tað niður. 
Her kanst tú fáa hjálp at skriva eitt bræv, sum tú kanst senda viðkomandi, sum tú fegin vilt hava at hjálpa tær. 

Vaksin mugu ikki sláa børn – tíni rættindi

Tú hevur rætt til hjálp, so at harðskapurin verður steðgaður
Um tú ert fyri harðskapi heima, um foreldur tíni sláa, hótta ella annars eru harðlig ímóti tær, hevur tú rætt til hjálp, so at tað verður steðgað. 
Lógin sigur, at øll vaksin í Føroyum hava skyldu til at hjálpa einum barni, sum er fyri harðskapi. Hetta merkir, at ert tú fyri harðskapi, hevur tann vaksni ábyrgdina av at veita tær hjálp, tí tú hevur rætt til at liva eitt lív uttan harðskap. 

Tú hevur rætt til hjálp frá kommununi
Kommunan skal hjálpa børnum og ungum, ið ikki hava tað gott heima. Hjá kommununi starvast fólk, sum hvønn dag hjálpa familjum við ringum trupulleikum, t.d. um ein av teimum vaksnu sláa. 
Kommunan kann tosa við familjuna og veita teimum stuðul, so tey vaksnu læra at gera annað enn at sláa og rópa eftir børnunum. Tú kanst altíð ringja til kommununa og biðja um hjálp. Er tað ringt at fáa í lag, kann Tú & Eg Ráðgevingin hjálpa tær við tí á tlf. 116 111.

Kyn