Hvussu er títt sjálvsvirði?
Hvat sigur tú við teg sjálvan, tá ið tú sært teg í speglinum? Mátin, ið tú og onnur, tú tosa við, ávirkar, hvussu tú hevur tað.
Fá hugskot um, hvat tú kanst gera, so tú fært tað betri kropsliga.
Sjálvsvirði snýr seg um, hvørjar tankar tú hevur um teg um sjálvan, og hvussu tú letur teir ávirka, hvat fatan, tú hevur av tær sjálvum. Hevur tú lágt sjálvsvirði, eru nøkur hugskot her, ið kunnu hjálpa tær:
Ger eina venjing saman við tínum vini
Finnið tykkum trý ting, ið tykkum dámar við hvør øðrum og skrivið tað niður. Tað er líkamikið, hvat tað er, so leingi tað er okkurt gott. Síðani fortelja tit hvørt øðrum, hvat tað er.
Tosar nakar ljótt um teg?
Fólk rundan um teg kunnu ávirka, hvussu tú hugsar um teg sjálvan. Hevur tú eina vinkonu, sum altíð sigur, at tú sært tjúkk út, ella ein pápa, sum altíð sigur, at tú einki dugir í skúlanum? Tað gevur eina keðiliga ávirkan, um tú upplivir, at onnur alla tíðina tosa ljótt um teg. Minst til at siga frá. Tú kanst til dømis siga: Eg haldi ikki, at tað er í lagi, at tú fortelur mær hetta. Tað ger meg faktiskt keddan.
Tosa við onnur um, hvussu tú hevur tað.
Tað er umráðandi, at tú tosar við onkran um tínar keðiligu tankar, sum tú hevur um teg sjálvan. Fleiri hava tað sum tú. Tú kanst til dømis siga: “Viðhvørt hugsi eg, at eg einki dugi, ella at eg ikki síggi gott út. Kennir tú til tað?” Tá ið tú deilir tínar tankar við onnur, verður tað lættari hjá tær, tí tað er tyngjandi at hava slíkar tankar fyri teg sjálvan.
Avbjóðing til tín: Ger okkurt nýtt!
Keðiligir tankar kunnu fylla nógv, so royn heldur at broyta tínar tankar frá at hugsa, at tú einki dugir: “Eg dugi!”. Bjóða tær sjálvum av og ger okkurt, sum tú vanliga ikki plagar at gera. Tað kann til dømis vera, at tú rættir hondina upp í tímanum, at tú byrjar upp á okkurt nýtt, tosar við fólk, tú ikki kennir ella okkurt annað, sum tú hevur hug til.
Tá ið væl gongst, minst til at rósa tær sjálvum!
Tá ið tú tekur ein kjans, gert okkurt nýtt, ert ein góður vinur, loysir eina uppgávu, skorar eitt mál ella okkurt annað, minst til at siga við teg sjálvan, at tú hevur klárað tað væl. Sært tú knasandi gott út í buksunum hjá tær ella eigur eina troyggju, ið fær teg at síggja kula út, sig tað so við teg sjálva. Tað er umráðandi, at tú gevur tær sjálvari rósandi orð .
Motión gevur tær eina góða kenslu
Tað er gott fyri at røra seg javnan. Tað merkir ikki, at tú skalt venja fyri at fara niður í vekt. Tá ið tú rørir teg, útloysir heilin endorfin, hormon, ið verður úrskilt í heilanum. Hetta gevur tær eina vælverukenslu, og fær teg í betri lag. Tí er vert at hava í huga, at fert tú væl við kroppinum, fært tú tað eisini betri. Tað er umráðandi, at tú ikki brúkar ov nógva tíð til at venja fyri, at tú skalt hava tað gott.
Hvussu hevði tú tosað við tín vin?
Av og á halda vit, at øll eru betri og penari enn ein sjálvur er. Um tín vinur fortaldi tær, at hann føldi seg ljótan, pínligan ella helt seg duga illa í skúlanum, hevði tú uttan iva stuðlað honum og fortalt, hvussu góður vinur hann er.
Ímynda tær, at tað er vinur tín, ið hevur hesar tankar, sum tú situr við. Gev síðan vininum trý góð ráð. Vend ráðunum við, og sig tað sama við teg sjálvan.
Klemma tann perfekta dreymin!
Stríðist tú við at vera perfekt, kanst tú tað sama droppa tað. Eingin er perfektur. Tað er heldur ikki spennandi at vera fullkomiliga perfektur. Tað eru tey skeivu tingini, sum gera okkum til nakað heilt serligt. Tá ið tú fert at dáma ein persón, er tað ofta nøkur sjáldsom ting, tú fellur fyri. Hugsa, hvat tað er, sum ger teg til nakað serligt. Er tað okkurt, sum tær dámar serliga væl at gera, sum tú hevur góð evni til, ella hevur tú ein serligan vakurleikablett, ið hevur nógv at siga fyri teg.
Byrja og enda dagin við góðum tonkum
Byrja dagin við at siga trý góð ting við teg sjálvan. Endurtak hetta aftur um kvøldið. Tað kunnu vera trý ting, tú hevur upplivað gjøgnum dagin, ella tú endurtekur tey somu tingini morgun og kvøld. Tað kann kanska kennast løgið, men venur tú teg við hetta, kann tað hjálpa tær at halda fokus á tað, tær dámar við tær sjálvum.
Lat tað góða fylla eyka nógv!
Vit hava øll okkurt, vit duga, ella okkum dámar at gera. Tá ið vit gera okkurt, okkum dámar, verða vit í góðum lag. Tað eru eisini hesar løtur, tá ið tú gloymir at hugsa um pirrurnar í andlitinum, ella at tú ikki passaði buksurnar í morgun. Tí er umráðandi at lata tey positivu tingini fylla meira í gerandisdegnum!