Kúrir tú í einsemi uttanfyri allan felagsskap?
Kenslan av einsemi hongur ikki saman við, hvussu nógvar vinir tú hevur. Tú kanst hava nógvar vinir og samstundis føla svárt einsemi. Hinvegin kunnu vit vera nógv fyri okkum sjálvi uttan at føla okkum einsamøll.
Tað er ein ódámlig kensla, sum vit øll fara at uppliva, men fyllir tað ov nógv í tínum lívi, er tað umráðandi, at tú gert okkurt við tað.
Hjálp! Eri í tvístøðu:
“Í skúlanum tykist eg at vera í góðum hýri, men innan í er støðan ein heilt onnur. Eg havi tað ikki gott, og føli meg altíð einsamalla. Hjálp! Hvat skal eg gera?”
Góð ráð um einsemi
Byrja við einum aktiviteti
Hevur tú einki frítíðarítriv at fara til, kanst tú vita, um tú finnur okkurt áhugavert, sum tú kanst byrja við. Har er eisini ein góður møguleiki at møta øðrum fólkum. Tú kanst melda teg til onkran ítrótt ella okkurt kreativt, eitt nú máling, myndatøku, matgerð, grafikk ella gittar og sang.
Ein annar møguleiki er at vita, hvussu tú trívist í einum ungdómshúsi ella einum frítíðarklubba. Her koma nógv børn og ung saman, og skipað verður ofta fyri ymsum virksemi, sum tú kanst tekna teg til.
Ein triði møguleiki er at finna tær eitt frítíðarstarv, um tú hevur aldurin til tað. Her møtir tú nýggjum javnaldrum, sum tú ikki kendi frammanundan, samstundis sum tú verður ein partur av felagsskapinum.
Tak stig til at fara undir eina samrøðu
Tosa við onkran, tú kennir, ella far til onkran, sum tú ikki hevur tosað við fyrr. Tá virkar tú opin og fyrikomandi. Set teg til dømis við síðuna av onkrum, sum akkurát er byrjaður í skúlanum, og tosa við viðkomandi.
Tú kanst byrja eina samrøðu við at spyrja um okkurt hjá viðkomandi. Tað er fólkaligt at spyrja, og so dámar fólki væl at greiða frá, hvat teimum dámar.
Tú kanst eitt nú spyrja:
- “Hvat dámar tær at gera, tá ið tú hevur frí?”
- “Hvat fær teg at flenna?”
- “Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?”
Tú kanst seta tínar egnu spurningar, sum tú hevur klárar næstu ferð, tú hevur møguleikan at tosa við onkran. Tak nakrar spurningar ígjøgnum, tá ið tú ert í einingi, so teir virka natúrligir hjá tær, tá ið tú ert saman við øðrum. Tú kanst eisini fáa og geva nøkur ráð um smáprát her.
Set orð á tínar kenslur
Fortel onkrum, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera, at onnur rundan um teg ikki vita, hvussu tú hevur tað.
Tú kanst til dømis siga:
“Viðhvørt sakni eg at tosa við onkran, men eg veit ikki, hvat eg skal gera, tá ið eg fái tað so.”
Fortel einum floksfelaga, hvussu tú hevur tað. Tað kann vera, at floksfelagin hevur tað sum tú. Tað er gott at tosa við onkran, sum veit, hvat tú fert ígjøgnum. Tosar tú við ein lærara ella námsfrøðing, kann tað vera, at tey vita um onnur, sum tú kanst tosa við. Viðhvørt síggja tey vaksnu møguleikar, sum tú ikki hevur hugsað um fyrr.
Er tað ov torført at siga tað andlit til andlits, kanst tú fáa vegleiðing til, hvussu tú kanst skriva eitt bræv her. (/https://bornetelefonen.dk/skriv/)
Góðtak kensluna
Øll fólk kunnu merkja einsemi av og á, og tað er í lagi.
Eins og vit kunnu vera glað, kedd og bangin, kunnu vit øll eisini merkja einsemi.
Kenslan av einsemi kann koma, tá ið stórar broytingar eru í lívinum, til dømis tá ið tú skalt skifta skúla, foreldrini fara hvørt til sítt, ella um sjúka er í familjuni. Í slíkum førum hava vit serliga brúk fyri stuðli og umsorgan, og fært tú ikki tað, kann tað kennast ógvuliga einsligt.
Einsemi kann eisini koma, um tú ikki følir, at tú hevur eitt ávíst tilknýti til tínar vinir og familju, sum tú hevur brúk fyri. Tað er ein ring kensla at hava tað so, men tað hasar av. Tað er vanligt at føla einsemi viðhvørt.
Men minst til: Hevur tað vart leingi, mást tú leita tær hjálp!
Fá tað úr kroppinum
Royn og hugsa um okkurt annað. Tú kanst til dømis gera okkurt kreativt, skriva, tekna ella baka eina góða køku, sum tær dámar væl. Tað er eisini gott at røra seg, eitt nú at dansa, renna, súkkla og spæla fótbólt. Ella tú gert okkurt, sum er meiri róligt, lesa eina bók, ganga ein túr, hyggja at einum filmi ella okkurt annað, sum tær dámar at gera.
Viðhvørt hjálpir at skriva teir negativu tankarnar niður í eina minnisbók ella dagbók. Tú kanst fáa hjálp til at seta orð á tankarnar her.